Tuesday, December 6, 2011

Endurtøkur

6.


Standi í vindeygakarminum.
Flyti grønu planturnar.
Blundi og loypi
út í larmin
frá
(fólki, bussum, bilum, avísum, handlum,
barnavognum, heimleysum,
súkklum, vátum frakkum, fetum,
hondum, hundum, ferð og høgum húsum)
býnum.

Reyða skeltið,
Endastatiónin,
skínur á skínandi asfaltið.

Fari til vinstru.
Inn gjøgnum grønu hurðina.
Fari til høgru.

Og inni har,
er tað eyðsæð
at hundurin er fóðraður við longsli.

Hann glepsar.
Rykkir í ketuna.

Hon sigur:

“Tað fer at frysta í nátt.”

Hann hyggur at henni yvir gullølina.

Slær øskuna av sigarettini í øskubikarið.

Hyggur leingi.

Svarar við eini eins
brúktari rødd
og hennara.
Eini rødd,
sum akkurát megnar
at yvirdoyva larmin
frá ræddum,
blandaðum
við tónleikinum
úr slitnu jukeboxini í horninum,
sum endurtekur
Creedence Clearwater
Revival:

“So mást tú heldur fara heim nú.”

Hálvlanga, troytta hárið
streyfar borðið.


(SK)