Saturday, October 15, 2011

Mentanarval 2011: Yndislistin hjá politikarunum – Hermann Oskarsson


Fólkini, sum vit velja til at stýra landi okkara hava avgerandi týdning fyri framtíðar umstøðurnar hjá mentan og list. Persónligi smakkurin nýtist ikki hava nakran týdning fyri teirra mentanarpolitikk, men vit eru allíkavæl forvitin. Tí hava vit biðið nakrar politikarar um at siga okkum, hvat teirra yndislistaverk er og í trimum reglum greiða okkum frá hví júst hetta listaverkið hevur týdning fyri tey.

Hermann Oskarsson, Tjóðveldi



Millum tey listaverk eg meti hægst, er myndaheimurin hjá Marc Chagall. Tað er ókenda lívið á markinum millum tungan realitet og ørligan dreym, sum upp á ein ella annan máta slær grundtónan í sálini hjá øllum menniskjum.