Saturday, September 3, 2011

Málhøvd release party Bøssehuset, Christiania 3.sept 2011. - kl. 20


Í kvøld, 3. september kemur nýggja fløgan hjá mær út. Fløgan eitur "DENNIS AGERBLAD sings Tóroddur Poulsen - Hetta er ein dupultfløga, har "Málhøvd" er heiti á tí Føroysku versiónini, meðan "Sproghoved" er Danska versiónin. - Tað er 12 yrkingar hjá Tóroddi Poulsen ið eg havi gjørt løg til og sungið inn. So ein velur fyrst sítt mál áðrenn ein setur fløguna á.

Yrkingarnar eru hesar og úr hesum 5 bókunum:

III = Morgunbókin
I = Svövnlendingur rættar kumpass
IIII = Hvat Hevði Munch Verið Uttan Dupultkvarttetina Í Ebenezer
II = Eygu á bliki
II = Villur

1. Vælkomin / Velkommen - Villur - síða 33
2. Flaggið /Flaget - Morgunbókin - síða 7
3. Dun / Larm - Eygu á Bliki - síða 40
4. Tað Sama Sum Eg / Det Samme Som Mig - Eygu a Bliki - síða 16
5. Málhøvd / Sproghoved - Villur - síða 67
6. Blómur / Blomster - Hvat Hevði Munch Verið Uttan Dupultkvartetina Í Ebenezer - síða 31
7. Hipp Og Hopp / Hip Og Hop - Hvat Hevði Munch Verið Uttan Dupultkvartetina Í Ebenezer - síða 22
8. Tit Sum Duga At Floyta / Jer som kan fløjte - Svövnlendingur rættar kumpass - síða 40
9. Lending / Landing - Hvat Hevði Munch Verið Uttan Dupultkvarttetina Í Ebenezer - síða 50
10. Ást / Kærlighed - Morgunbókin - síða 85
11. Góðan Morgun / God Morgen - Hvat Hevði Munch Verið Uttan Dupultkvartetina Í Ebenezer - síða 46
12. Vón / Håb - Morgunbókin - síða 87

- Mær dámar sera væl yrkingarnar hjá Tóroddur Poulsen og havi fleiri ferðir lisið upp og umsett fyri vinum. Eg havi eisini verið úti á Litteratur cafeum og lisið Tóroddur Poulsen upp. Við effektum á røddini. Eg valdi at útgeva fløguna bæði á føroyskum og donskum, tí eg haldi eisini, at danir skula sleppa inn í hansara undarligu verð, ið hóskar sera væl til mín.

- Tá eg hevði umsett yrkingarnar, var eg noyddur at fara heim til Tórodd. Tí tað var eitt vers eg ikki dugdi at umseta. Men tað dugdi hann heldur ikki sjálvur. Men so fann hann bara uppá nakað nýtt. Uppá henda mátan sikraði eg eisini at alt var umsett rætt og góðkent.

- Eg havi síðani sitið saman við produsaranum Mathuresh og arbeitt viðari við hvørjum lagi. Og til síðst eru løgini meistrað av Jan Eliasson ið eisini meistrar: Nic & Jay, Nephew, Tommas Troelsen, Hej Matematik, Peter Sommer & Turboweekend.

- Eg ætli at gera 4 sjónbond til hesa fløguna. Men skal eg gera eina føroyska OG ein danska versión? Ella bara velja EITT mál? Fyrsta sjónbandi "Flaggið" valdi eg at taka niðurlagið frá tí donsku versiónini og versini frá tí føroysku. og so við dansk-tekstaðari umseting av versunum. So øll kundu skilja. Næsta sjónband "Dun" er bert gjørt á føroyskum. Eg veit ikki hvussu eg geri við hinar enn.

- TUTL útgevur fløguna, meðan http://www.tungamusik.dk/ gevur út download av tónleikinum. Tunga musiK er mítt egna plátufelag.

Dennis Agerblad

(KP)