Tuesday, September 20, 2011

Ein lítil tænasta



Eftir øllum at døma fer tað at eydnast Kringvarpi Føroya at sleppa mentanini uppá fjall. Undirhald heldur enn substans. Tað grunna heldur enn dýpd.

Tað hevur eisini verið eitt rák galdandi, har politikarar meina minst møguligt. Pragmatikk heldur enn politikk. Fleksibilitet heldur enn sannføring.

Um man kann loyva sær at vera eitt lítið sindur spekulativ, kundi man hildið, at tað er tann passiva resignatiónin heldur enn tann aktivi áhugin, sum er í fokus í hesum døgum. Politikarar og fjølmiðlar leggja upp til at vit skulu hugsa sum minst, og gera teirra besta til tess at okkara høvd verða reinsað fyri allar tær nuansur og konstrastir, sum annars plaga at gera tað at hugsa til nakað, sum er vert at fáast við.

Skal man vera eitt sindur minni spekulativ og meira konstruktiv kundi man sagt, at endamálið neyvan er at pasifisera okkum. Men hetta gerst so allíkavæl úrslitið og okkurt má gerast. Vit skulu heilt einfalt hava meira politikk og meira mentan og kanska loyva vit okkum eisini at droyma um eitt lítið sindur av mentanarpolitikki.

Eitt gott stað at byrja kundi verið, at politikararnir kravdu mentanina aftur í kringvarpið. Hetta hevði á ongan hátt verið mett sum óhóskandi uppíbland í innihald ella sum brot á armslongdarregluna. Harafturímóti hevði tað verið ein roynd at yvirhalda public service sáttmálan í sátt og sóma. Tað hevði verið at víst ábyrgd fyri mentanini og at sýnt listini virðing.

Tað hevði verið at framt aktiva áhugan millum fólk heldur enn passivu resignatiónina. Fyri fólkið hevði hetta verið ein lítil tænasta, men ein neyðug tænasta og eitt gott stað at byrja.

http://listinblog.blogspot.com/2011/09/uha-kvf.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/09/kringvarp-froya-sleppur-mentanini-upp.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/09/because-youre-worth-it.html