Saturday, August 20, 2011

Hansina Iversen - Undurfullur ræðuleiki


Leygardagin 20. august kemur bókin ”Hansina Iversen – Undurfullur ræðuleiki” út. Í tí sambandi er eisini framsýning við grafiskum verkum eftir Hansinu Iversen í Steinprent á Skálatrøð. Í bókini eru brot úr samrøðum, sum Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, hevur havt við Hansinu Iversen seinastu mongu árini. Samrøðurnar geva eitt einastandandi innlit í heimin hjá listakvinnuni og í teir tankar, sum eru støðið undir hennara list. Samrøðurnar leita djúpt inn í tann abstrakta listaheimin og snúgva seg eitt nú um ta undran, sum bylgist í sinninum, tá tú stendur frammanfyri einari mynd eftir Hansinu Iversen.

Ì samband við at ”Hansina Iversen – Undurfullur ræðuleiki” kemur út almannakunngera vit stutt brot úr bókini:

Kann listin frelsa heimin?
Nei, tað haldi eg ikki. Tað kunnu bert menniskju sjálvi - um vit menna okkum. Listin kann kanska bjarga okkum soleiðis, at vit ikki falla í fátt. Man finnur sær vatn fyri at liva og list til at finna út av og spyrja...tí vit hava tørv á at spyrja og kanna hví og hvat. Tað er tað sum skilir okkum frá øllum øðrum skapningum. Har koma vísindi og list uppí, tað at kanna og kanna. Eg vænti, at listin fer at yvirliva. Um tað verður sum tekning ella okkurt annað, jú, tekning fer tað altíð at vera brúk fyri. Tað fer altíð at vera brúk fyri at spyrja og at visualisera - altíð.


Og veit man nær listin gevur meining?
Ja, tað ger man. Nú tosi eg um, tá tað gevur meining at skapa list. Man verður ordiliga móð aftaná. Man byrjar kanska at arbeiða leysliga; men meira og meira tú arbeiður fram í móti einum úrsliti, meira konsentrerað verður tað - tá verður tað eitt konsentrat. Tað er ræðuliga ringt at forklára, nær man veit tað, og hví man veit tað. Tað er ein nýggj uppliving hvørja ferð - ein nýggj kensla - ein sigur.


Mark Rothko hevur sagt nakað soleiðis, at tá list eydnast, so skal hon vísa seg fyri kunstnaranum, sum um hann sær tað fyri fyrstu ferð, tað skal vera ein opinbering og ein óvæntað nøgtan av einum djúpum tørvi. Hendir tað nakrantíð?
Ja, tað hendir, men tað er ikki altíð, at tað eydnast. Tað hevði verið fantastiskt, um tað hevði verið soleiðis. Eg havi upplivað tað, og tey verkini standa øgiliga sterk, sjálvandi, tað hevði verið ónøgtandi og ógjørligt at hildið á fram, um tað ongantíð hendi. Nú má eg halda fast í mínum. Um eg eri moderna ella ómoderna, líkamikið við tí, eg má vera trúgv móti tí, sum eg geri. Í dag verða vit uppdrigin til, at vit ikki mugu taka alt so hátíðarligt. Vit hoyra fyrilestrar um, at tað skal vera stuttligt alt saman og undirhaldandi - tað skal út til fólkið. Men eg haldi tað er umráðandi at taka sítt arbeiði í álvara, og so ikki taka seg sjálvan ov hátíðarliga. Eg missi tráðin, tá eg royni at eftirlíka krøvum frá øðrum, og tað kemur ongantíð nakað gott burturúr. Tað kann bert gerast eftir mínari egnu sannføring.


Skulu vit yvirhøvur seta orð á, hvat list er?
Øll tey, sum savnast um listina, og vilja seta orð á hana, listfrøðingar, kritikkarar, sum spesialisera seg í hvat list er, hava vit eisini brúk fyri. Eg haldi, at tað er ein tørvur, sum vit menniskju hava, at gera skipanir. Men tað er gott, at tað eru listafólk, sum kunnu seta serfrøðingar og onnur upp á pláss - ella geva teimum mótspæl. So kann fjøldin fylgja við. Tá er gott við listafólki, sum t.d. Barnett Newman, sum var ein sterkur debattørur, sum ikki gav seg undan. Tí list gongur ikki bert eftir einum tráði - frá startstrikuni og á mál. Listin fer allar vegir.