Wednesday, August 17, 2011

Hansina Iversen - Undurfullur Ræðuleiki



Leygardagin 20. august kemur bókin ”Hansina Iversen – Undurfullur ræðuleiki” út. Í tí sambandi er eisini framsýning við grafiskum verkum eftir Hansinu Iversen í Steinprent. Í bókini eru brot úr samrøðum, sum Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, hevur havt við Hansinu Iversen seinastu mongu árini. Samrøðurnar geva eitt einastandandi innlit í heimin hjá listakvinnuni og í teir tankar, sum eru støðið undir hennara list. Samrøðurnar leita djúpt inn í tann abstrakta listaheimin og snúgva seg eitt nú um ta undran, sum bylgist í sinninum, tá tú stendur frammanfyri einari mynd eftir Hansinu Iversen. Ì samband við at ”Hansina Iversen – Undurfullur ræðuleiki” kemur út almannakunngera vit næstu dagarnar stutt brot úr bókini:

Nú skulu vit tosa um abstraktión
Áhja, eg má heldur finna upp á okkurt.

Hví heldur tú, at tú hevur valt at arbeiða nonfigurativt?
Tað kom tíðliga, haldi eg. Eg haldi, at tað var tí, at eg bleiv meira og meira áhugað í sjálvum málarínum, og minni í søgum og illustratiónum. Tankar og teoriir aftanfyri ein málning, serliga teoriirnar hjá teimum amerikonsku ekspressionistunum fangaðu mín áhuga. Eg haldi tað vera tí, at abstraktiónin upploysir alt konkret.

Ber ikki til hjá tær at siga tað sum tú vilt konkret ella figurativt?
Nei, eg haldi ikki. Eg veit ikki rættiliga hvat eg skal fortelja við figurum. Mær dámar betur tað sum er ókonkret, tað sum man ikki skilur ella fær fatur á. Tá eg skal gera nakað, skal eg veruliga hava tørv á tí. Tað skal vera ein meining í tí, sum eg vil siga við málarínum. Eg kenni onga trongd til at fáa nakran figur inn í málningin.

Á grundskúla í Íslandi høvdu vit bundnar uppgávur, og man arbeiddi eftir fyriskriftum. Vit teknaðu við blýanti, og bara við blýanti, í so og so langa tíð, í nakrar vikur. Og tað skuldi vera nágreiniliga teknað eftir lutum, nærmast fotografisk endurgeving. Man skuldi virkuliga sita leingi og gera sær ómak, leggja skuggar, bleytar skuggar, ikki nakað við at gera skjótar strikur. Eg kundi ikki torga tað, og helt tað vera so keðiligt. Men so kortini helt eg tað vera gott at royna, bara fyri at finna út av, at eg dugdi og kláraði at gera tað - eisini. Um eingin hevði noytt meg, so hevði eg ongantið gjørt tað.Og so hevði eg ikki vita av, at eg dugdi tað. Tað er ivaleyst gott at tvinga seg yvir um síni mørk. Ein onnur bundin uppgáva var at mála eftir kendum listaverkum. Vit valdu sjálvi eitt málarí at mála eftir. Tað gjørdi meg eisini nøgda at síggja og læra hvat ber til at gera við pensli og litum, nakað heilt annað enn eg sjálv kundi funnið upp á. Tá eg missi tráin, steðgi upp, kann eg finna upp á at mála eitt kent oyggjarlag, kanska okkurt figurativt, bert fyri at finna út av, at tað ikki er tað, eg skal arbeiða við. Tað óskiljandi, tað sum ikki kann sigast við oðrum, hevur altíð tiltalað meg. Mær dámar eisini best skaldsøgur, ið ikki hava ein søgutráð. Man skal sita eftir við massar av ósvaraðum spurningum, ivamálum og leysum endum. Kaos! Tað er meira menniskjans náttúra.