Monday, August 8, 2011

Bræddur firvaldur


Har eru fleiri spennandi bøkur á útgávuskránni hjá Mentunargrunni Studentafelagsins í heyst. Umleið fyrsta september kemur nýggja skaldsøgan hjá Jóanesi Nielsen, sum mong munu gleða seg at lesa. Eisini kemur nýggj krimi hjá Jógvani Isaksen í røðini um Hannis Martinsson, umframt yrkingasavnið "BRÆDDUR FIRVALDUR" við undirheitinum "51 ljóð til tøgnina", sum Tóroddur Poulsen hevur skrivað.

Sambært heimasíðuni http://www.ms.fo/ víkir nýggja savnið rættiliga fitt frá meginpartinum av undanfarnu skrivingini hjá høvundanum; "Sjálvandi eru yrkingarnar persónligar, men á ein meiri almennan og stiliseraðan hátt. Lykilin er helst undirtittulin, sum boðar frá, at tekstirnir snúgva seg um tómleikan millum orðini, um hesi millumrúm, sum orðaleys bera alt innihaldið. Men her eru eisini yrkingar við paradoksalum orðingum og við niðurstøðuni, at tú sleppur ongantíð burtur úr tínum uppvøkstri,"

Við yrkjarans loyvi endurgeva vit eitt av teimum 51 tagnarljóðunum her:

fyrst
eitt blunk
síðani
siga okkurt
sum um
eina løtu
stendur
á pappírinum
um vónina
sædda
frá kavaflykruni
beint áðrenn
hon lendir

S.10 í Bræddur firvaldur hjá Tóroddi Poulsen



 
(KP)