Saturday, July 2, 2011

Tummas Jákup Thomsen prýðir Gøtu skúla

Við tí fyri eyga at gera listina til ein náttúrligan part av gerandisdegnum, hevur Eysturkommuna í vár avgjørt, at eitt prosent av byggikostnaðinum av kommunalum byggiætlanum, skal brúkast uppá list. Nýggi tilbygningurin til Gøtu skúla er tann fyrsta prýðingaruppgávan, sum kommunan við fakligari vegleiðing hevur biðið listamannin, Tummas Jákup Thomsen um at gera

Tummas Jákup Thomsen er Gøtumaður. Hann er føddur í 1962 og arbeiðir við einum persónligum, surrealistiskum myndamáli, sum bæði er viðkomandi fyri børn og vaksin. Verkini hjá listamanninum hóska til uppgávuna, tí tey um somu tíð eru sterk og følin, stuttlig og álvarslig, dynamisk og rólig. Verkini geva rúminum karakter uttan púra at yvirtaka tað og við serstaka blandingstøkninum við teirri følnu blýantstekningini og sterku primeru litunum, fara tey at geva rúminum lív samstundis sum pláss verður til hugsan. Verkini hjá Tummas Jákupi Thomsen eru nevniliga bæði fantasimerkt og fabulerandi, poetisk, konkret og abstrakt, leikandi løtt og óendalig djúp og allir hesir mótsetningarnir merkja, at verkini fara at geva skúlanum nakað, sum komplementerar skúlarúmið á sera fínan hátt. Verkini megna at liva upp til kravið um eina javnvág millum greiðan samleika og fleksibilitet, og av tí, at tey eru sera modernað samstundis sum tey fyrihalda seg til føroysku listahevdina og til landslagið uttan fyri vindeyguni, fara tey eisini at liva upp til kravið um eina javnvág millum varandi og farandi. Tummas Jákup Thomsen hevur arbeitt við prýðisuppgávuni í fleiri mánaðar og verður hon liðug, tá skúlin byrjar aftur í august. Listamaðurin byrjaði at heingja verkini upp 1.juli. Her eru myndir frá degnum: