Monday, July 11, 2011

Anker Mortensen - slow art

Í gjár læt upp framsýning hjá Anker Mortensen í Listahøllini á Skipasmiðjuni í Havn. Ein vøkur, poetisk og meditativ framsýning við 79 elasmáum og stórum verkum, ið øll krevja av áskoðaranum, at hann tekur sær tíð til at hyggja. Hetta er slow art við verkum, sum bert spakuliga og seint lata seg upp fyri áskoðaranum. Letur tú hana, gerst framsýningin av sonnum ein rík uppliving. Bæði stórar og smáar myndir rúma fleiri løg av samanflættaðum, abstraktum og figurativt lýstum smásøgum, kenslum og hugløgum, sum stundum tykjast rørandi einfaldar, meðan aðrar sýnast meira kompleksar og afturlatnar. Framsýningin verður opin inntil 31.juli mikudag til sunnudag frá klokkan 15-18. Her eru myndir frá framsýningini og frá ferniseringini í dag.