Thursday, June 9, 2011

Filmur og ókeypis prent


Steinbrá

Í dag, hósdagin 9.juni klokkan 17.00, hava limir í Steinbrá høvið at síggja filmin hjá Jytte Rex um danska grafikaran Palle Nielsen i hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon í Havn. Limir kunnu heinta ókeypis atgongumerki niðri í Steinprenti á Skálatrøð. Filmurin skuldi verið góður, hann vann ein Robert í 2002, her eru brot úr ummælum:

-"Fabelagtig film af Jytte Rex om grafikeren Palle Nielsen." – Trine Ross, Politiken.

-"Det er sjældent, at en film går så dybt og samtidig får én til at man føler, at man svæver, som det er tilfældet med Jytte Rex’ yderst bevægende og stærke portrætfilm." – Eva Pohl, Berlingske Tidende.
-"En af den slags sagte, diskrete og lyttende kunstnerfilm, der vil stå tilbage med samme lødighed som den portrætterede selv." – Lisbeth Bonde, Information.
-"En smuk og kongenial portrætfilm" – Henrik Wivel, Weekendavisen.

Sigast skal, at øll kunnu gerast limir í Steinbrá, sum er eitt stuðulsfelag til frama fyri Steinprent. Limaskapur kostar 500 krónur um árið fyri einstaklingar og 2000 krónur um árið fyri feløg og stovnar og limaskapurin hevur nógvar fyrimunir við sær; innbjóðing til listafilmar, framsýningar og onnur tiltøk og so fært tú eisini grafikk áljóðandi virðinum á limagjaldinum. Eisini fæst eitt prent til gávus á hvørjum ári. Á vegginum hjá mær hongur nú ein herlig mynd hjá Fríðu Matras Brekku av einum blóðreyðum seyði í lýsandi grasgrønum umhvørvi. Djóraportrett hava vit merkiliga lítið av í føroyskari list, men í myndunum hjá Fríðu verða seyðirnir lýstir bæði við virðing og humor. Eitt slag av ullintari, føroyskari popplist, kunnu vit siga. Drálið ei, farið oman í Steinprent og ognið tykkum atgongumerki til filmin um Palla Nielsen og ein fínan poppseyð...


(KP)