Wednesday, June 15, 2011

Enn ein listavoxpopp - Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir.

Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Listakvinna


1.Hvat er tað mest umráðandi, sum er hent innan fyri føroyska list seinastu 10 árini?

Tað mest umráðandi, sum er hent innan list seinastu 10 árini er at starvsløn verður latin til yrkislistafólk - myndprýðingaruppgávur verða útbjóðaðar til listafólkini- Skipasmiðjan, sum bleiv nýggja framsýningarhøli og karmur fyri okkum listafólk, ið ikki góðtóku óseriøsu ófakligheitini, ið sat við valdið og ráddi so skammiligt í okkara Listasavnið í heili 7 ár - Vit hava fingið ein áhugaverdan updateraðan og stuttligan lista blog..listinblog.blogsot.com...takk Inger og Kinna...og ikki at gloyma STEINPRENT, Grafiski Verkstaðurin á Skálatrøð, ein listapallur og arbeiðstað fyri bæði føroysk og útlendsk listafólk og sum er á alttjóðastøði innan listagóðsku .

2. Hvussu eru líkindini fyri at yvirliva fíggjarliga av tíni listagrein her á landi?

At yvirliva fíggjarliga av míni listagrein er sum nú er tíverri ikki líkindi fyri, tó fegnist eg yvir at fáa frið at arbeiða burturav við mínari list í 3 mánaðar seinni í ár. Mítt hægsta ynski er sjálvsagt at kunna liva av mínari list og kunna brúka mítt fak í arbeiðshøpi eisini tvørfakligt.

3. Hvat heldur tú kundi bøtt um korini fyri listafólkini?

Ein betri Mentanarpolitikk sum virðir og arbeiðir fyri at betra korini fíggjarliga hjá yrkislistfólkum og skilur ímillum list og hobbylist....tá t.d stuðul verður givin....Og eitt " serkønt Listaráð "við nevndarlimum, sum hava listfakliga bakgrund, alt annað er óproffessionelt..og luktar av vini- og kenningarpolitikki. At Listin verður tikin í álvara og virt sum tað fakið hon er og á jøvnum støði við onnur góð fak/heiti.


Tað er næstan við at blíva siðbundin hevd, at vit hálva hvørt ár hava ein umgang við listavoxpopp, har vit seta ymiskum listafólkum tríggjar spurningar um lista- og mentanarlívið. Tað eru blivin til nógv hugvekjandi svar frá Sunleif Rasmussen, Elin Josefina Smith, Katrin Ottarsdóttir, Sakaris Fríði Stórá, Guðrið Poulsen, Steintór Rasmussen, Tummas Jákup Thomsen, Rógvi á Rógvu, Rakel Helmsdal, Andrea Heindriksdóttir, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Kristina Sundar Hansen, Heiðrik á Heygum, Bárður Oskarsson, Leivur Thomsen og Oddfríður Marni Rasmussen. Teirra svar kunnu lesast her: http://listinblog.blogspot.com/search/label/Listavoxpopp Nú er eitt hálvt ár farið síðan seinast og tí taka vit ein nýggjan umgang.

(IS)