Thursday, May 12, 2011

Zacharias og Zven í Zteinprenti...



Summarsesongin er so smátt byrjað niðri í Steinprenti við øgiligum aktiviteti og tað var av sonnum ein eydnurík sjón at hyggja inn hagar í dag. Har var danski grafikarin, Zven Balslev í fullari ferð við at prenta og stóra borðið var harumframt fult av fantastiskum akvarellum hjá Zachariasi Heinesen, sum á 75 ára føðingardegin sínum fer at hava framsýning í Steinprenti næsta hósdag. Vit seta inn tíðindaskriv um framsýningina seinni, men kunnu ikki lata vera við at seta tvær myndir inn.



Sven Balslev hevur verið á verkstaðnum áður fyri seks árum síðani saman við nøkrum øðrum listafólkum frá akademinum í Keypmannahavn. Tá gjørdu tey í felag eina herliga, humoristiska faldibók og tað tykist sum Sven Balslev enn hevur varðveitt smílið í eygnakrókinum. Hansara fyrsta verk er eitt portrett av Jedi-meistaranum Yoda í sterkum litum. Eg seti nakrar myndir inn her av danska listamanninum og av nýggja verkinum. Hann verður á verkstaðnum inntil mánadagin, so hetta er neyvan tað seinasta verkið frá hansara hond í Steinprenti. Her eru nakrar myndir av Sven Balslev og nýggja steinprentinum.







 (KP)