Sunday, May 15, 2011

Til lukku SALT


Í samfullar tríggjar tímar gekk kjakið um verkætlanina SALT í tinginum náttina til leygardag áðrenn uppskotið varð samtykt. Í tríggjar tímar vóru innleggini skiftivís skilagóð, sarkastisk, romantisk, aggressiv, forvirrað, sentimental, møsnut og besnissað. Í tríggjar tímar koyrdi kjakið í ring.

Í seks ár hevur verkætlanarleiðslan arbeitt fyri at gera SALT til veruleika. Í seks ár hava tey tingast og havt samráðingar við grunnar og politikarar, lagt ráð saman við arkitektum og verkfrøðingum, eins og tey hava spurt seg fyri hjá listafólkum og mentanarfólkum. Seks ár tók tað teimum at fáa til vega 58 milliónir krónur.

Eftir seks ár og tríggjar tímar er ein umráðandi partur av arbeiðnum tó enn ikki byrjaður. Verkætlanin SALT hevur veitt mentanini eina sera stóra upphædd og tingið hevur samtykt at seta gongd á verkætlanina. Men uppá seks ár hava vit ikki sett á sjálvt innihaldskjakið og kjakið um hvat vit í grundini vilja við okkara mentanarlívi.

Hetta kjakið skal setast í gongd nú og kjakið nýtist ikki líkjast tí kjakinum, sum higartil hevur verið stýrt av hvørt man er fyri ella ímóti SALT. Vit skulu jú ikki eins og politikararnir atkvøða antin ja ella nei, so vit hava møguleikan at vera meira nuanserað.

Hvussu sær yvirorðnaða mentanin út. Skulu vit satsa altjóða ella lokalt? Skulu vit geva upp listina til marknaðarkreftirnar? Skulu vit royna okkum við størri, listafólkastýrdum verkætlanum? Skulu vit hava greið stevnumið fyri mentanina ella skulu vit bíða og vita hvat hendir? Skulu vit brúka mentanina til at menna ferðafólkaøkið? Skal armslongdarreglan gerast galdandi? Skulu vit yrkisgera mentanarlívið? Skulu vit satsa uppá ávís listasløg? Skulu vit innføra etiskar leiðreglur og lógir fyri mentanarstovnar? Skulu vit raðfesta at fáa skil á viðurskiftini hjá listafólkunum? Hvussu skal lutfallið millum tað elitera og tað fólksliga vera? Hvat skulu vit krevja av okkara mentanarhúsum? Skulu vit granska í mentan og list? Skulu vit berjast fyri einum líkindaligum mentanarpolitikki? Hvørja list tørvar okkum at síggja, høra, lesa og uppliva? Hvønn leiklut skal listin spæla í samfelagnum? Hvussu trívist listin? Hvussu tryggja vit at flest møguligt fáa innlit í og gleði av listini?

Kunnu tær 20 milliónirnar, sum løgtingið hevur samtykt at veita Saltsilogrunninum, brúkast til eitt gott mentanarkjak, so verður hetta okkum ein góð íløga.

(IS)