Saturday, May 14, 2011

Mimirsbloggur

Hetta er av sonnum eitt herligt land, ikki minst hesa árstíðina. -Men skuldi tú eina løtu troyttast av strálandi ljósinum, sum hesa tíðina gerst meir ella minni støðugt og stendur hugurin til eitt skýmligt vertshús av tí góða, gamla slagnum, ið er meinlíkt einum vanligum sethúsum uttan, ja so kunnu vit av hjarta viðmæla vertshúsið Mimir í Havn. Mimir er ein av gomlu ølklubbunum í Havn, ið varð stovnaður í 1967. Vit eru at kalla javngomul, eg og Mimir, sum var besta jólafeststaðið yvirhøvur í 70´unum. Tað vóru vit børn samd um. Har kundu bæði Ebenezer og Frelsunarherurin pakka saman. Mimir hevur framt eina nýuppheinging av listaverkum og tí ber í løtuni at fara í Mimir at skoða list. Eitt framúrskarandi landslag hjá Zachariasi Heinesen og eitt fínt portrett hjá Hans Jacob Glerfoss hanga við síðuna av einari av væl kendu kvinnulýsingunum hjá Jógvan Asbjørn Skaale og teirri naivistiska perluni av eini Mimirsmynd, sum Brynjálvur hevur málað. Tit mugu orsaka, at myndirnar eru so myrkar, men tað er líkasum hugskotið við einum skýmligum vertshúsi, ikki sannheit?






(KP)