Tuesday, May 3, 2011

Fyrireikingar til Bókamessuna í Frankfurt


Góð tíð er enn til Bókamessan í Frankfurt byrjar tann 12.oktober í ár, men íslendingar hava longu eina tíð havt eina heimasíðu til høvið, ið snýr seg um Ísland og íslendska mentan og bókmentir. Ovarlaga og væl plaserað er yvirskriftin: "Gluggi til Færeyja. Sögueyjan Ísland hefur, í samvinnu við færeyska rithöfunda og útgefendur og með stuðningi færeyska menntamálaráðuneytisins, ákveðið að opna á vefsíðunni glugga til færeyskra bókmennta...". Trýstir tú á hesa leinkjuna, koma fram lýsingar av teimum tíggju føroysku høvundunum, hvørs bøkur verða við á bókamessuni.

Tað er gleðiligt at lesa íslendsku heimasíðuna. Tað tykist á øllum brøgdum sum taka íslendingar Bókamessuna í djúpasta álvara og fyrireikingarnar boða frá góðum. Viðgerðirnar av listafólkunum eru á týskum og eru lutfalsliga neyvar við siteraðum brotum av ummælum, umframt lýsing av lívi og verki hjá avvarðandi rithøvundum: Carl Jóhan Jensen, Bárður Oskarson, Andras Mortensen, Gunnar Hoydal, Hanus Kamban, Jóanes Nielsen, Jógvan Isaksen, Oddvør Johansen, Sólrun Michelsen og Tóroddur Poulsen.
(KP)





http://www.sagenhaftes-island.is/de/fenster-zu-den-faroer-inseln/