Friday, May 6, 2011

Endurfødd við "A Safe Place to Die"

Á einum fundi í Filadelfia herfyri segði Carl Jóhan Jensen, at fólk flest, óansæð útbúgving ella sosialt bakstøði av sær sjálvum vita hvat stór list er, tá tey sleppa at uppliva ta stóru listina. Eg haldi hetta er so. Tí týsdagin var eg til dansiframførsluna hjá Lottu Melin og hóast mín vitan um modernaðan dans er minimal, var als eingin ivi. Hetta var stór list.

”A Safe Place to Die” framførslan er ikki bara stór list, tí hon er rørandi, ógvuslig, skemtilig, margháttlig, vøkur, poetisk, absurd, filosofisk og alt tað heila í senn. Hon er ikki stór list, bara tí framførslan er so forbannað væl dansað, spæld, fortald, koreograferað og scenograferað ella tí kroppar, myndir, ljóð og ljós ganga upp í eina hægri eind, samstundis sum hesir ymisku liðirnir bjóða hvørjum øðrum av og skapa óvæntaðar sambindingar og mótsetningar. Hon er ikki bara stór list, tí hon hugtekur og tekur yvir okkara kropp og sál ella tí hon flytir okkum aðrastaðni, til nýggjar ásannanir og nýtt innlit. Hon er eisini stór list, tí hon gevur okkun lívið aftur. Ja, á ein ella annan løgnan hátt upplivdi eg tað sum um, at lívið var uppsteðgað og brádliga fór í gongd aftur. Brádliga vóru nýggir møguleikar fyri at uppliva tónleik og hyggja at myndlist, fyri at fata kroppin og heimin. Framførslan hevur eina næstan mytika megi og eg fari ongantíð at gloyma sterku kensluna av endurføðing. Kensluna av at vera undir vatni fyri síðani at koma upp um vatnskorpuna og anda fyri fyrstu ferð. Eingin ivi, hetta er stór list.

”A safe Place to Die ” hevur Lotta Melin koreograferað, meðan Jan Håfström gjørdi scenografiina. Håfström luttekur eisini sjálvur í framførluni. Sjálvt um allir partar, ljóð, ljós, dansur og mynd eru eins umráðandi partar av framførsluni, spælir einastandandi scenografiin ein heilt serligan leiklut - hetta var heilt einfalt besta scenografiin eg nakrantíð havi sæð. Hetta var ein stór satsing hjá Norðurlandahúsinum og ein góð satsing, men tíverri vóru tað ikki serliga nógvir áskoðarar og tað er stórt spell.

(IS)