Friday, April 8, 2011

Takk, kæru lesarar

Tað hevur verið ein serliga stór frøi at síggja lesaratølini alsamt vaksa seinastu níggju mánaðarnar
og fyri hetta vilja vit siga øllum okkara lesarum stóra tøkk. 

Listin hevur nú verið til á netinum í níggju mánaðar og vit halda, at vit skjótt hava funnið ein form, sum okkum dámar. Vit vilja fegin vísa eina rúmliga lista- og mentanarfatan, sum ikki útvatnar kjakið og blandið av traditionellari mentanarmiðlan, skeivum vinklum og kritiskari viðgerð hóvar okkum væl. Tí ætla vit at halda á fram á sama hátt, onkuntíð við bloggum, aðrar ferðir við longri greinum og onkuntíð við reinum tvætli. Vit ynskja at gera upp við lyndið til, at mentanarmiðlar eru reklamusúlur hjá mentanini og tí ætla vit eisini fram yvir at seta yrkisførleikan høgt og alla tíðina royna at gerast fjølbroyttari.

Listabloggurin hevur verið til stóra gleði fyri okkum og vit halda sjálvar, at hann hevur fingið týdning sum føroyskur mentanarmiðil. Tað hevur verið ein serliga stór gleði, at eisini onnur enn vit sjálvar hava viljað gjørt sjálvboðið arbeiði uttan løn og vit vilja tí nýta høvið til at takka øllum tykkum, sum hava sent okkum myndir og tekstir hesa tíðina.

Vit hava sjálvandi ætlanir um at víðka um virksemið. Vit ætla t.d. at gera bloggin til eina heimasíðu, sum kundi givið betri møguleikar. Vit kundu hugsað okkum fleiri innlegg frá gestahøvundum (fyri samsýning), ferðast meira kring landið við betri dekningi av teimum ymsu listasløgunum.

Vit mugu bara ásanna, at hetta kostar og vit eru so smátt byrjaðar at hugsa tann vegin. Listin kann blíva enn betur. Men enn ber arbeiðið lønina í sær sjálvum og hetta kemst sjálvandi av okkara kæru lesarum. Fyri hetta vilja vit bera tykkum øllum eina hjartans tøkk.

Kærastu heilsanir
Kinna og Inger