Saturday, March 19, 2011

Sunleif 50!



Tað var áhugavert mikudagin í In Mente at hoyra Sunleif Rasmussen greiða frá sínum lívi við tónleikinum. Hann greiddi m.a. frá, at hugskotini koma intuitivt og at verkini eru úrslit av einum samspæli millum intuitión og konstruktión og millum iva og avgerð. Stuttligt at hoyra tað fína lagið til Grágásina, at Sunleif eisini hevur gjørt barnasangir. Musikksøguliga frágreiðingin um disharmoni var eisini somuleiðis áhugaverd; stutlligt og margháttligt, at Sunleif Rasmussen metir eina møguliga inspiratiónskeldu hava staðist av disharmoniunum, ið komu av, at kirkjufólkið á Sandi sungu hvør í sínum lagi, uttan at fylgjast.

Í dag, 19. mars fyllir hann 50 ár. Hann er føddur í 1961 á Sandi og er kanska mest kendur sum tónaskaldið, ið við teirri fyrstu føroysku symfoniini Symfoni nr. 1 “Oceanic Days”, vann Tónleikaheiðursløn Norðurlandaráðsins í 2002. Hetta var ein stórhending, sum av álvara staðsetti og staðfesti Føroyar í klassiska tónleikaheiminum.

Síðan eru verk hansara framførd kring heimin, m.a. framførdi kenda, danska vokalensemblið Ars Nova í fjør verkið "Gylfaginning" og herfyri var sending í týska útvarpinum um hann fyri nú bara at nevna okkurt av tí nógva. Sunleif hevur skrivað nøkur av teimum mest hugtakandi føroysku kórverkunum, ið veruliga bera brá av einum tónaskaldi, sum kennir til kór innanífrá. Sum kórsangari má eg siga, at Sunleif Rasmussen saman við Paula í Sandagerði hava havt alstóran týdning fyri musikalska dannilsið hjá bæði mær og mongum øðrum føroyskum kórsangarum. Eg gloymi ongantíð, tá Sunleif fyri mongum árum síðani troppaði upp í Ólavsøkukórinum við "Syngjandi grót", sum var so vónleyst løgin og modernaður, at fólk høvdu bestan hug at geva upp at fara heim. Fyri meg var júst hetta vakra, stilla verkið ein opinbering at hoyra á sama hátt sum "Døgg" og "Skærur vindur" og onnur, sum øll eru tónsett til frálíkar yrkingar. Bókmentir kunnu sigast at vera ein høvuðskelda til íblástur hjá Sunleif Rasmussen, ið t.d. hevur brúkt tekstir hjá Karsteni Hoydal og Williami Heinesen.

Í gjár fekk Sunleif Rasmussen á samkomu í Norðurlandahúsinum handaða Mentanarheiðursløn Landsins. Havnakórið sang ungdómsverkið "Sig mær hví er foldin føgur", sum í dag telist millum okkara mest elskaðu kórklassikarar. Í mun til ta imponerandi blokkfloytukonsertina, sum vit hoyrdu frumframførda í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, er "Syngjandi grót" als ikki longur tann kinverski múrurin av fremmandleika, sum hann tóktist vera í Ólavsøkukórinum á sinni. Vit hava flutt okkum við og av honum á sama hátt sum nú eisini blokkfloytukonsertin fer at flyta okkum víðari frameftir.

Vit ynskja Sunleif hjartaliga til lukku við føðingardegnum og við virðislønini.

http://www.arsnova.dk/komponister/sunleif-rasmussen