Thursday, March 31, 2011

Steinprent nýtt

Einki nýtt man vera í, at tíðin rennur sum streymur í á, men vit gjørdust allíkavæl eitt sindur kløkk, tá vit funnu útav, at so mikið sum eitt hálvt ár er farið síðan vit seinast sendu tykkum nýtt úr Steinprenti.


Vit hava havt og hava enn úr at gera og eru enn sera væl nøgd við at vera stødd her á Skálatrøð, miðskeiðis í Havn, her tað tykist sum alt fleiri fólk gerast varug við okkum og vitja okkara framsýningar og verkstað. Eisini praktikantar og lesandi hava vitjað á verkstaðnum, úr øllum Føroyum hava vit havt starvsnæmingar, - einir sjey í tali, bara hetta skúlaárið. Ung, dugnalig listafólk hava arbeitt á verkstaðnum; t.d. vóru tey bæði Silja Strøm og Sam Derounian á verkstaðnum í desember og fingu fleiri áhugaverd og øðrvísi prent burturúr, meðan Heiðrik á Heygum var í januar og gjørdi ársins ALS prent. Hansara svarta og hvíta prent við heitinum "Hann avlýsti" avmyndar eina kvinnu í baðikápu við handklæði um hárið, sum situr og hyggur niður á sína fartelefon. Sitandi kvinnan er stødd miðskeiðis eitt sindur til vinstru í svarta myndarúminum, ið er bygt upp av bylgjandi, rundum skuggum, ið geva gávaðu kvinnulýsingini ein heldur dapran, ekspressivan dám, sum saman við bylgjandi strikunum minnir eitt sindur um Van Gogh.



 Finska listakvinnan Outi Heiskanen vitjaði verkstaðin og gjørdi eitt steinprent. Í oktober handaðu vit 460 prent til Listasavn Føroya sambært eini avtalu um, at Listasavnið skal hava eitt eintak av hvørjum prenti, sum verður framleitt á Grafiska Verkstaðnum afturfyri lán av maskinunum. Umstøðurnar eru nakað broyttar, tí tá avtalan var gjørd, hevði Grafiski Verkstaðurin innivist í norðara enda av Listasavninum. Men Listasavn Føroya er nú ánari av stórslignum savni av norðurlendskari grafiskari samtíðarlist, ið umframt steinprent fevnir um træskurð, linoleums- og koparprent. Her eru myndir hjá bæði útlendskum og heimligum meistarum, t.d. Ingálvur av Reyni, Torbjørn Olsen, Per Kirkeby, Bjørn Nørgaard, Tóroddur Poulsen, Bárður Jákupsson, Tróndur Patursson, Claus Carstensen, Hanni Bjartalíð, Rannvá Kunoy, Katrine Ærtebjerg og Zacharias Heinesen, fyri bert at nevna nøkur heilt fá í rúgvuni.



 Tóroddur Poulsen hevur verið tvær ferðir á verkstaðnum og fingið nógvar góðar, skemtiligar og poetiskar myndir burturúr, harav onkur óivað fer at standa eftir sum høvuðsverk innan føroyska myndlist hetta tíðarskeiðið. Vit høvdu nakrar av hansara prentum hangandi á framsýning, tá árstíðarritið Listin 2010 varð lagt fram í desember. Fyrsta greinin í hesum tíðarriti, sum er eitt úrval av listablogginum www.listinblog.blogspot.com, snýr seg um myndirnar hjá Tóroddi Poulsen. Vit kunnu í hesum sambandi leggja aftrat, at listabloggurin fylgir sera væl við eisini í tí, sum hendir í Steinprenti og at har eru fleiri greinar at lesa og myndir at síggja.



 Umframt áleikandi arbeiðið á verkstaðnum í erva, hendir eisini nógv í neðra. Hølini niðri undir hava verið brúkt í sambandi við bókaútgávur, yrkingaupplestur, konsertir, fyrilestrar og framløgur og hava tiltøkini sum heild verið væl eydnað og væl vitjað eisini. Vit hava somuleiðis havt fleiri framsýningar niðri undir, m.a. eina við prentum hjá svenska listamonnunum Bertil Berg og Folke Lind og Danska Poul Anker Bech og Poul Janus Ipsen.




Danska listakvinnan, Pernille Kløvedal Helweg bleiv liðug við stóru verkætlan sína, har eitt avtrykk av einum grindahvali varð etjað í kopar. Dugnaligi koparprentarin Mette Marrott luttók í hesi verkætlan, sum lærdi okkum sera nógv um koparprent og hava vit avtalað við hana, at hon vitjar aftur.




Verkstaðsleiðarin hevði í februar skeið í steinprenti fyri yrkislistafólk á Statens Værksteder for Kunst í Keypmannahavn. Lítla perlan av eini framsýningin niðri við objektum úr træi og kollasjum hjá Hanna Bjartalíð hevur verið sera væl vitjað. Við stuðli frá Norðurlandahúsinum kom Hanni higar og arbeiddi á verkstaðnum við permuni til jubileumsútgávuna av tíðarritinum Vencil, sum kemur á enskum. Framsýningin hjá Hanna verður hangandi til og við 26. mars og næsta framsýning verður við nøkrum linoleumsskurðum hjá danska, grafiska úrmælinginum Palle Nielsen (1920-2000), sum Læraraskúlin hevur havt í varðveitslu frá Statens Kunstfond.




Zacharias Heinesen hevur eina tíð arbeitt á verkstaðnum við nøkrum smáum prentum og tað hevur harumframt eydnast honum at gera eitt stórt steinprent (62 x 85 cm) í trimum avbrigdum har hann kombinerar tað kenda, siðbundna fjall- og havmyndevnið við ein fasettkendari flatu við abstraktum bygnaði av violettum ljósi og flykrandi gulum prikkum.


 Stjórin í Kunstmuseum Sønderjylland, Ove Mogensen hevur hildið fyrilestur í Steinprenti undir heitinum “Den nordiske billedkunst og hvorfor nordboerne er så mærkelige”. Ove Mogensen hevur stóran áhuga fyri føroyskari list og hevur skipað fyri framsýningum sum Atlantisk Rapsodi og Stensætninger við verkum eftir Tórodd Poulsen. Um somu tíð var Claus Carstensen í Havn fyri at fyrireika eitt stórt katalog til hansara framsýning Klaksvikaffærer, sum verður í Norðurlandahúsinum og í Steinprenti í september í ár. Umframt katalogarbeiðið eydnaðist honum at gera seks frálík prent. Gorgonize now! er heitið á einum sera væl úr hondum greiddum prenti við maskukendum andliti, sum starir illbønandi út á áskoðaran í eini trýbýttari kompositión. Og hóast ikonografiin er svørt og dramatisk, døpur heavy metal, sæst ein serstakur, grafiskur vakurleiki í hesum prentinum í øllum teimum mongu ymisku svørtu og gráu tónunum og í teimum ymisku strukturunum á myndaflatanum.


Silja Strøm kemur skjótt aftur á verkstaðið at gera permu til nýggju útgávuna av Vencil og danski listamaðurin, Zven Balslev fer somuleiðis at arbeiða á verkstaðnum í næstum. Marius Olsen kemur 16 mai eisini fyri at arbeiða.I sambandi við summarframsýningina í Norðurlandahúsinum fara teir báðir, Knud Odde og Jan Håfstrøm at arbeiða í Steinprenti í apríl og mai.


Í skrivandi stund er himmalin bláur. Lýkka er og ljósari enn tað hevur verið leingi. Vit gleða okkum at nærkast summarinum, sum er høvuðsárstíð hjá Steinprenti.


STEINPRENT