Monday, March 7, 2011

Sangir úr dýpinum

Tarira tulkar Arvo Pärt

Kamarkórið Tarira, undir leiðslu av Sunleif Rasmussen, framførir komandi vikuskifti verk eftir tónaskaldið Arvo Pärt. Fríggjakvøldið 11. mars klokkan 19:30 verður konsert í Vesturkirkjuni í Tórshavn. Leygardagin 12. mars klokkan 16:00 verður konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum.


Ein risi innan samtíðartónleik

Arvo Pärt er føddur í 1935 í Estlandi og er ein av mætastu núlivandi tónasmiðunum í heiminum innan sakralan tónleik. Pärt byrjaði tónlistarligu útbúgvingina sum 7 ára gamal, og longu sum ungur tannáringur skrivaði hann sín egnan tónleik. Sagt verður um hann, at hann kundi bara rista tónar úr ermuni.


Síðani 1970 árini hevur Pärt ment sín heilt egna og sermerkta tónlistarliga stíl við sera minimalistiskari ljóðmynd har hann m.a. brúkar íblástur frá Gregorianskum sálmasangi. Undir russisku hersetanini av Estlandi rýmdi Pärt úr Estlandi og hevur búðleikast í Wien og Berlin, men í 2000 flutti hann til heimlandið aftur og býr nú í høvuðsstaðnum Tallinn.

Orgul og strúkarar verða við

Tarira ber stóran alsk til tónleikin hjá Arvo Pärt og hevur áður sungið verk eftir honum á konsert í 2003, og var móttøkan sera góð. Nú er stundin komin til aftur at seta framúr góðu verkini á konsertskránna.

Fyri veruliga at vísa margfeldið innan tónleikin hjá Pärt hevur Tarira valt at fáa Gudmund Mortensen, organist, at framføra eitt verk á urgu og hava fylgispæl til annað verk saman við kórinum. Harumframt fara tríggir strúkarar at hava fylgispæl til verkið “De Profundis”, ið eisini er á skránni.