Friday, March 4, 2011

Jóanes Nielsen á donskum

Jóanes Nielsen
á donskum

11.mars gevur forlagið Torgard nýggjasta yrkingarsavnið hjá Jóanes Nielsens á donskum - "Der findes dem der tager måneskin alvorligt". Erik Skyum-Nielsen hevur týtt savnið. Hetta vikuskifti verður yrkjarin at hitta á tiltøkum ymsastaðni í Danmark, vit seta tíðindabrævið inn niðast á blogginum.




Vit hava ikki sæð danska yrkingarsavnið enn, men loyva okkum at prenta brot burtur úr fyrstu yrkingini í "Tey eru, sum taka mánalýsi í álvara". Hetta er eitt brak av eini yrking, sum sjálvandi skal lesast í síni heild í yrkingarsavninum, sum Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út í 2007










"Umsíðir forbarmaði Gud
seg yvir neytini
sendi sín einborna til Onglands
hesaferð í tarvaskapi.
....

Í lýsingini gingu neytini inn í  høvuðstaðin.
Dunið frá kleyvunum fekk postalínið at glamra
ljósakrúnur slitnaðu undan høgum kirkjuhválvum
sum veldugar grótmastrar
koppaðu verksmiðjuskorsteinar.
Vilstar kvígur tustu upp úr undirgrundarmyrkrinum
júgrini slongdust skrødd aftaá teimum.
Onnur fylgi stútaðu seg oman millum gravsteinarnar á Highgate
fingu kløkkar beinagrindir at spyrja, hvat klokkan á jørðini mundi vera.
Stórir ormar smugu sær gjøgnum kjarrið í parkunum.
Inni á listarsøvnum
royndu fuglar úr tí smildraða zoo at nippa í bløðini
   á Cézanne- og Matissemálningum.
Uppi á altanum og tekjum
umborð á skipunum úti á Tems
sóu londonbúgvar gamla høvuðstaðin syndrast

Svarti visti, at sólin fór at seta yvir hansara deyða kropp.
Kortini kendi hann angan av sevjuríkum áarbakkagrasi
sólhitaðu blettunum
har villu jarðberini vuksu...

Áhh, sum eg elski vill jarðber
hugsaði Svarti, tá hann sá hermenniar nærkast.
Hann umhugsaði eisini at biðja pápa sín fyrigeva teimum
tá ein skotríð smildraði knæliðirnar.
Teir løgdu á hann við dolkum
blanka stálið trongdi inn í øsið
men akkurát tá hendi undrið:

Úr sáropinum brustu jarðber.
Tyssir av føgrum reyðum berum blómaðu úr gatinum.
Tað var sum eitt lítið petti av jørðini knappliga opnaðist
sum náttúran av handahógvi
gandaði fram tað allarvakrasta, hon átti.
Hesa ørlítlu stund
fjaraði burtur øll vreið beljan.
Sum ein angandi jarðberjateigur
gav Gud seg til kennar.
....




KØBENHAVN

Fredag 4. marts, kl. 20:
UDGIVELSESRECEPTION. Jóanes læser digte og signerer bøger.
Efterfølgende er en lille SOLOKONCERT med singer-songwriter Uffe Ejlerskov, kendt fra kultband som NRG, Dysterharge, Elektrisk Jernalder og Skifting, der synger nogle af sine ramsaltede og skæve sange.

Søndag 6. marts, kl. 17.45:
Visning af Katrin Ottarsdóttirs portrætfilm "Sporene gror ud af ord" om Jóanes Nielsen.
Begge arrangementer finder sted i: Løve's Bogcafe, Toves Galleri, Vesterbrogade 97b / Matthæusgade 46 . 1620 København V
http://www.loeves.dk/kbh-cafe.php
http://www.loeves.dk/arr_vesterbrokalder4.php

ODENSE
Lørdag 5. marts, kl. 19.30:
Jóanes læser digte på festivalen Odense Lyrik 2011 - og signerer sin nye digtsamling.
Sted: Mimeteatret, Vestergade 95, Odense
http://www.odenselyrik.dk/
Fredag 4. marts & Lørdag 5. marts
Filmen "Sporene gror ud af ord" vises på Dalum Bibliotek, Odense.

Tidspunkterne annonceres på bibliotekets hjemmeside: https://www.odensebib.dk/forside.

(NB! Jóanes vil ikke være til stede ved visningen)

ÅRHUS
Søndag 6. marts, kl. 14.00
Jóanes Nielsen er månedens gæst på "Forfattersøndag" i Løve's Bogcafe, Århus - og læser op og signerer.
Adresse: Nørregade 32 . 8000 Århus C
http://www.loeves.dk/aa-cafe.php

Der er GRATIS ADGANG til alle arrangementer.

Ved oplæsningsarrangementerne kan Jóanes' bøger samt filmen om ham købes til nedsat pris.