Sunday, February 13, 2011

Zacharias Heinesen



Eg havi fleiri ferðir bent á, at Zacharias Heinesen hevur uppfunnið føroysku myndlistina. Ikki tí at eg havi gloymt Mikines, Ingálv av Reyni, Ruth Smith og nógv onnur, sum sjálvandi byrjaðu fyrr enn Zacharias Heinesen og hava havt avgerandi týdning fyri føroyska list.

Nei, tá eg havi givið honum ein so stóran týdning fyri føroyska myndlist, er tað tí, at hann hevur megnað at menna føroysku listina til eina sjálvstøðuga list. Hann hevur víst føroysku listini, hvønn veg hon skal stevna, og hann hevur givið henni eitt skap og eitt úttrykk, sum ikki finst nakra aðarastaðni. Tað er orsakað av honum, at til ber at tosa um ein føroyskan málning.

Hóast eg fegin vil geva Zachariasi Heinesen æruna fyri at hava skapað føroysku myndlistina, og eg heldur ikki haldi meg aftur, men rópi hann fyri meistaran í føroyskari myndlist, havi eg valt at skriva um nakað heilt annað. Eg velji at viðgera eina at síggja til púra vanliga sannkenning, sum Zacharias Heinesen hevur givið mær, við at loyva mær at støkka inn á gólvið í hansara listarligu tilgongd.

Sannkenningin snýr seg um eina listasøguliga læru, sum sigur, at myndin kemur áðrenn motivið. Tann óivað kendasti listfrøðingurin E. H. Gombrich hevur greitt nakað soleiðis frá hesum setningi: ”Listafólkið byrjar altíð við onkrum modelli, við onkrari hugsan um eina mynd, og heldur so á at seta hesa hugsan upp í móti sínum motivi í tí veruliga heiminum”. Eg havi altíð skilt hetta soleiðis, at hugsanin, sum listafólkið vil siga við mynd sínari, kemur fyrst, síðan finnur listafólkið eitt motiv, sum kann nýtast til at samskifta boðskap sín við. Listin hjá Zachariasi Heinesen hevur givið mær ta sannkenning, at viðurskiftini eru heilt øðrvísi.

Tá Zacharias Heinesen fer undir eina mynd, byrjar hann við einari rúgvu av litum í einari rúgvu av puntum. Hann byrjar við eini stórari litgleði og ikki at gloyma við einum stórum kærleika til flatan. Í veruleikanum byrjar hann við eini mynd og ikki við eini hugsan, og her er munurin. Tí tað er gleðin við sjálvum málninginum, gleðin at finna nýggjar hættir at seta eina mynd saman, seta litir saman og gera spenning í linjuspælinum, sum hevur týdning. At samskifta eina hugsan ella hugskot er í veruleikanum ikki alneyðugt. Síðan kemur so motivið, tí hann hevur valt ikki at arbeiða við motivum, men útgangsstøðið er ein abstrakt mynd.

Talan er um eina mynd, sum einans er ein mynd. Zacharias Heinesen hevur valt at mála føroyska landslagið, og vit eru nógv, ið eru glað fyri tað, men í veruleikanum kundi hann valt at málað bara okkurt, ella onki. Tí tað, sum hevur týdning, er myndin. Motivið hevur ongan týdning, listamaðurin finnur bara eitt motiv, sum kann passa til ta myndina, ið hann ætlar sær at skapa. Ella sagt á annan hátt: motivið hevur onga skyld, málarin málar fyri at mála.

Henda sannkenning kann tykjast púra barnslig, men í mínari verð hevur hon stóran týdning, tí sannkenningin førir víðari til aðrar sannkenningar. Ikki at gloyma sannkenningina, hvussu langt eg sum listfrøðingur eri frá tí, har listin verður til. Tað er óivað tað, ið góð list millum annað skal megna. Hon kann geva okkum sannkenningar, sum setir okkara lív í eitt nýtt ljós.


úr bókini "Livandi List"
(IS)