Friday, February 18, 2011

Hanni Bjartalíð


Listaverkini hjá Hanna Bjartalíð eru holdslig, ekspressiv, naiv, dekorativ, intellektuell, ivandi, innilig, sniðfundig og kaotisk. Alt í senn. Tey eru so listarliga góð og fjølbroytt, at torført er at gera av, hvar vit skulu byrja viðgerðina. Eg havi í øðrum sambandi skrivað, hvussu myndirnar hjá Hanna Bjartalíð bæði eru traditionellar og ótraditionellar, og hvussu tær bæði eru álvarsamar og skemtingarsamar. Men nú ætli eg mær at skriva eitt sindur um alt. Skriva eitt sindur um, hvussu Hanni Bjartalíð megnar at evna ein samandrátt av øllum hesum, hvussu hann evnar at savna tað ella enntá sampla tað.

Enska orðið sample merkir á føroyskum stakroynd ella stikkprøvi, og verður serliga nýtt í sambandi við hagfrøði, har ymsar upplýsingar verða savnaðar við tí endamáli at fáa eina mynd av eini heild. Vit nýta orðið sampling í sambandi við tónleik, har tú samplar, tá tú tekur ein part úr einari upptøku og nýtir hann saman við øðrum pørtum í einari nýggjari upptøku og sostatt skapar tú eina nýggja heild.

Og soleiðis tykist mær, at Hanni Bjartalíð ger. Hann kavar niður í eina ørgrynnu av myndum, lutum og ávirkanum, soleiðis sum hansara veruleiki er settur saman og setir hesar partar saman, tekur teir sundur aftur og setur teir so saman aftur, so at tað hendir ein listarlig broyting, og partarnir gera so at enda sína egnu heild. Henda heildin er kortini enn merkt av listarligu broytingini, tí eg haldi ikki, at nakað er støðugt í myndunum hjá Hanna Bjartalíð. Alt er á ferð og í støðugari menning.

Hanni Bjartalíð samplar eisini ymisk listarlig rák. Ikki soleiðis at skilja, at hann ikki dugir at finna sín egna listarliga búna og tí noyðist at lána frá øðrum. Nei, alt er sera persónligt og serstakt í verkunum hjá Hanna Bjartalíð. Kortini nýtir hann lutir úr populermentanini, úr barnatekningunum, úr ornamentikkini og úr tí klassisku listini og samplar tey so til eitt nýtt úttrykk.

Á sama hátt vísir hann okkum onkuntíð málitilgongdina, t.d. við at lata málingina renna niður eftir myndini, meðan hann aðrar ferðir avmarkar málingina til snøggliga afturlatin rúm. Ella ger hann nógv burtur úr tí málandi partinum í myndini, men samplar tað við einføldum strikutekningum, ið jú eru langt burtur frá tí málandi sniðnum. Alla tíðina tekur hann okkurt og ger tað um til nakað annað. Tað gjøgnumhugsaða verður samplað saman við tað spontana, tað vaksna verður samplað við tað barnsliga, og tað ótrúliga er, at tað verður hvørki til annað ella hitt, tað verður ikki spontant, vaksið ella barnsligt. Tað verður til nakað heilt serstakt.

Og Hanni Bjartalíð fær alt at tykjast so argandi lætt, men tað er øsandi torført, tí tað er ein heilt nýggjur háttur at líta at heiminum og ein heilt nýggjur møguleiki hjá listini. Men Hanni Bjartalíð megnar hetta. Hyggur tú gjølla at myndum hansara, fara tær óivað at venda tína fatan av heiminum og listini á høvdið.


(IS)
 
úr bókini Livandi List