Friday, February 11, 2011

Dimmalætting: Mentað og kul



At verða mett "mentað" og "kul" er helst tað hægsta nakar kann røkka í Dimmalætting. Dagurin í dag er serligur, tí hesin stóri heiður – at vera mentað og kul – er latin ”Starvslønir til Listafólk”. Eftir eina tríggjar daga langa, ikki bara eintáttaða men eisini óvanliga innantóma, herferð móti listini – eftir øllum at døma við tí endamáli at tala til lægsta felagsnevnara og veita innara svínhundinum andahjálp, kunnger Dimmalætting nú sína stóru virðing fyri listini. Í oddagreinini skriva tey, hvussu høg virðingin fyri listin er og hvussu stórfingið blaðið sjálvt sum heild er. Í hvussu so er nóg stórfingið til í tríggjar dagar at spilla listafólk út, fyri síðani at geva teimum eina pedagogiska ábreiðslu og annars bara tíggja sær hástørri enn nakrantíð.

”Dimmalætting bjóðar til kjak um list og stuðul til listina. Tíverri hava vit seinastu dagarnar sæð, at listafólkini ikki taka lut í almenna kjakinum, men meira skriva til hvønn annan á sosialum netverkum. Vilja tit – eins og vit – listini væl, so tak lut í almenna kjakinum og sannfør bæði politikarar og borgarar í hesum landi um, hvussu stóran leiklut listin spælir í gerandisdegnum.”

Men hóast onkur listafólk kanska villja listini alt tað besta, kanska eisini virða listina eins nógv og Dimmalætting ger, vænti eg tað verða trupult hjá teimum at verða við í kjakinum á støði Dimmalættingar. Tann mátin, sum Dimma er mentað og kul uppá er so serstakur, at tað helst bara eru tey sjálvi, sum kunnu verða við.



Dimmalætting 11/2 -2011
(IS)