Friday, February 11, 2011

Dimma blakar ákærur eftir listafólkum

Oddfríður Marni Rasmussen
Formaður í Listafólkasambandi Føroya


Gerhardisma

Í 1960-árunum tók seg upp í Danmørk ein rørsla, ið hevði til endamáls, at abstrakt list ikki skuldi fáa stuðul frá danska statinum. Á odda fyri hesi rørslu stóð Peter Rindal. Slíkur hugburður, ið ikki er opin fyri stuðli og ikki vil góðkenna abstrakta list sum góða list, varð uppkallaður eftir honum. Vit nevna hana rindalismu í dag, og er hon eitt ræðsludømi um, hvussu mentanarpolitikkur ikki skal rekast.

Í seinastuni hevur ein føroyskur politikari goy á sama hátt sum Peter Rindal. Skopunartingmaðurin, Gerhard Lognberg, er hesin fólksins valdi riddari nevndur, ið sigur tað, sum listafólk gera, er tað bera klór og kleyr. Eg kann freistast at nevna føroyska pentantið til donsku rindalismuna fyri gerhardismu, og tað vísir seg, at henda gerhardisma ikki bara er ein hugburður, ið fýkur runt í høvdinum á Gerhardi Lognberg, men hevur eisini fest seg í onnur høvd. Tað er so deiliga lætt at fjala seg handan slíkan hugburð, tí at so sleppa gerhardistarnir undan sjálvir at hugsa ein abstraktan tanka um list.


Dimma greinar starvslønir

Í trimum Dimmum í farnu viku hevur Finnur Jensen greinarøð um lívsgrundarlagið hjá teimum, ið taka sær tíð at skapa list í hesu fámentu tjóð okkara.

Eitt gott kjak um samfelagsviðurskifti er altíð gott. Á henda hátt flytur samfelagið seg. Tá ið kjakið ikki er gott, ger tað meira skaða enn gagn. Greinarøðin eftir Finn Jensen hevur ikki birt uppundir gott kjak. Hon er enn eitt dømi um kvantitativan fjølmiðlastíl, har kjakið minnir meira um ein fótbóltsdyst enn um veruligt kjak við grundgevingum og kvalitativum og væl lýstum kanningum.


Fyrsta greinin

8. februar fór greinarøðin í gongd. Við stórtíðindakendu yvirskriftini: “Listafólk kunnu fáa løn uttan at arbeiða”, hevur Finnur Jensen tosað við Jóannu Djurhuus, formannin í Mentannargrunni landsins. Samtaluevni var, hvørjar treytir, ið Mentannargrunnurin setir teimum, sum fáa starvsløn. Hetta kjakið er áhugavert. Eg meti ikki, at aðrar treytir kunnu setast listafólkunum, enn at tey, eftir at starvslønartíðin er av, skulu senda eina frágreiðing inn til Mentannargrunnin, har tey greiða frá, hvussu langt tey eru komin sammett við tann arbeiðssetning, tey settu sær í umsóknini. At ikki øll senda hesa frágreiðing inn er ein annar trupulleiki. Ein trupulleiki er eisini, at ein umsøkjari, ið leggur sær eina arbeiðsætlan, ið varir í eitt ár, fær starvsløn í tveir mánaðir. Hetta ger, at umsóknin onki virði hevur. Illa ber til at náa at gera verkið liðugt í tveir mánaðir, tá ið tú hevur gjørt eina arbeiðsætlan yvir eitt ár.

Hyggja vit at, hvussu onnur gera, ið stuðla á slíkan hátt, so er greitt, at tað er ógjørligt at halda seg til arbeiðssetningin í umsóknini. Ein, ið søkir granskingarpengar úr Granskingargunninum, veit heldur ikki, hvussu úrslitið sær út, áðrenn hann er liðugur, og at skapa list er eisini at granska. Hetta vildi svara til, at ein visti við fullari vissu, hvat úrslitið á einum fótbóltsdysti varð, áðrenn dysturin byrjaði.

Stuðulin, ið verður játtaður listafólkum, verður latin fyri at framleiða. Vit hava dømi um aðrar stuðulsskipanir, har fólk fáa stuðul fyri IKKI at framleiða nakað sum helst. Tá er ikki talan um stuðul, men um eitt slag av stuðulsskipan til framleiðsluloysi. Ja, talan er um minstuløn til sjómenn og fiskavirkisskipanina. Dimma skrivar ikki greinarøð um hesa skipanina.

At vit hava eina tjóð, ið er so heppin at hava so nógv virkin og dugnalig listafólk, er ein luksustrupulleiki. Harafturímoti, so er tað ikki ein luksustrupulleiki, at vit eru so fáment, at vit ikki hava ein marknað, ið ger, at listin kann bera seg sjálv, og tí verður noydd at fáa stuðul frá landinum.

Eg haldi, at allar listagreinir eiga at kunna fáa stuðul úr Mentannargrunninum. Í ár vórðu latnar 2,7 milliónir krónur í starvslønum til listafólk, ið fáa frið at hugsavna seg og framleiða sína list í styttri og longri tíð. Tað, sum hvørki Finnur Jensen ella Jóanna Djurhuus nevna, er, at okkurt um helvtin av hesari upphædd verður goldin aftur sum kommunu- og landsskattur. Eisini verða listaverkini, ið listafólkini framleiða, sett í framleiðslu. Bøkur verða umbrotnar, prentaðar, goymdar á Bókamiðsøluni, seldar í einum handli, lisnar av einum lesara og kanska brúktar í fólkaskúlanum. Myndlistaverk verða sýnd fram, keypt, hongd upp hjá stovnum og vanligum fólki. Fløgur verða tiknar upp, fremleiddar, tónleikurin verður framførdur og so framvegis. Við øðrum orðum, so verður listaverkið flættað inn í samfelagið. Hetta kallast fyri mentan.


Onnur greinin

Onnur greinin í Dimmu eftir Finn Jensen hevði heldur margháttligu yvirskriftina: “Tað almenna blakar milliónir eftir listafólkum”. Eg síggi fyri mær, at nevndin í Mentannargrunninum stendur og blakar milliónir eftir Jóanesi Nielsen, Carl Jóhan Jensen og Tróndi Bogason. Eg helt, at greinin snúði seg um ein handbóltsdyst, men so síggi eg, at hon snýr seg um list. Orðingarnar hjá Finni Jensen eru merktar av íróttarmálburði. Jóanes Nielsen er toppskorari, og Carl Jóhan Jensen hevur skrivað so og so nógvar blaðsíður. Hesin kvantitativi fjølmiðlastílurin talar beinleiðis til gerhardistarnar í Føroyum, og tá ið nú mikudagsdimman kemur inn í hvørt heim í Føroyum, so er málbólkurin greiður. Henda greinin er so niðrandi móti einum samfelagsbólki, at eg skilji ikki, at leiðslan á Dimmu letur hana prenta. Eg helt veruliga, at eg var farin undir at lesa eina ítróttarsíðu. Eitt tónaskald er á triðja plássi (og fekk bronsu). Kvinnurnar fáa eisini (hetta ljóðar kanska meira kynsniðrandi enn hinar ítróttartilsipingarnar).

Øll tey, sum verða nevnd í greinini, eru listafólk, ið veruliga hava statsa alt fyri at gerast listafólk. Skuldu tey bara skapa list og ikki fingið starvsløn úr Mentannargrunninum, so lógu tey í songini, diddarak og útbeinað, tí at tímalønin er neyvan meir enn ein króna um tíman. Listafólkasamband Føroya er í gongd við at gera eina kanning, ið skal benda á, hvussu nógv eitt listafólk vinnur í løn.

Og so hesin hugburðurin, at onkur ikki býr í Føroyum. Rannvá Kunoy, sum ikki býr í Føroyum, skal takka fyri trý ára starvslønina frá Mentannargrunninum, fyri at hon kann sýna fram í Evropa. Hvat er hetta fyri ein hugburður? Hon er ein partur av føroyskum samleika, listalívi og eitt virðiligt umboð fyri føroyska list í útlondum. Tað sama er Kristian Blak, hóast hann er uppvaksin í Danmørk, og Oggi Lamhauge, hóast hann ikki býr í Havnini. Marianne Clausen hevur eisini lagt sítt eftir seg, tá ið talan er um at nótaskriva gomul løg. Til hetta skal sigast, at hesin parturin av Mentannargrunnin, ið skal játtað stuðul til gransking, eigur at verða strikaður, tí at vit hava fingið Granskingargrunnin til slíkar verkætlanir, sum hesar, sum Marianne Clausen hevur fingið starvsløn fyri.

Hyggja vit at teimum trimum sokallaðu “toppskorarunum”, so kann sigast um teir, at Carl Jóhan Jensen og Jóanes Nielsen eru fleiri ferðir innstillaðir til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, og Tróndur Bogason er innstillaður til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins. Jóanes Nielsen hevur vunnið dramatikaravirðislønina. Hesir eru innstillaðir, tí at verkini, teir hava skapað, vórðu mett at hava somu dygd ella betri enn tey verkini, sum hini Norðurlondini hava innstillað. Teir hava eisini havt tíð at gera síni verk so góð sum gjørligt, tí at teir hava fingið starvslønir. Hetta er ein almenn íløga, ið setir føroyskt listafólk javnt við listafólk í hinum Norðurlondum.


Triðja greinin

Agnar Artúvertin skrivar í einum yrkingasavni sínum: Carl Jóhan/hvat var áðrenn hann. Tað veldst um, hvønn tú spyr, sjálvandi. Summi vildu sagt, at onki var, áðrenn Carl Jóhan. Onnur vildu sagt, at Carl Jóhan er ein sjálvupptikin, frekkur fani. Sjálvur vil eg siga, at áðrenn Carl Jóhan, var kjakið um listadygd heldur jánkaligt og tamt, og við ongum Carl Jóhan var ikki besta skaldsøga í fjøruti ár skrivað. Sjálvsálitinum bagir onki, og eg haldi, at vit hava alt ov fá av tí slagnum, sum veruliga siga tað, sum tey meina og nakað væl afturat. Tað er nóg mikið til av teimum, sum so kristiliga seta seg sjálvan lágt.

Triðja yvirskriftin í greinarøðini er góð. “Set meg á fíggjarlógina”, sigur Carl Jóhan. Og hví ikki?

Í 2008 setti táverandi mentamálaráðharrin, Kristina Háfoss, eina nevnd, sum skuldi umskipa Mentannargrunn landsins til eitt Listaráð. Hetta álitið hevur ligið í eini skuffu í Mentamálaráðnum og samla modnaroyk saman við so mongum øðrum góðum álitum. Sjálvur sat eg í nevndini saman við fyrrverandi formanninum í Mentannargrunninum, Róa Patursson, Kinnu Poulsen, Martini Næs, Aldu Joensen og Urd Johannesen. Hetta er eitt ógvuliga gott álit, skal eg siga tað sjálvur. Vit miðaðu ímóti, at skipa Listaráðið soleiðis, at listafólk høvdu okkurt at arbeiða fram ímóti. Vit skutu upp, at starvsløn og verkætlanir, soleiðis sum Mentannargrunnurin er skipaður í dag, var fyrsta fetið. Síðani kom ein lønartrygd, ið skuldi játtast 16 listafólkum (talið 16 samsvarar við tað, sum norðmenn lata í lønartrygd). Henda lønartrygdin skal vera 75% av mánaðarlønini hjá einum lærara. Seinasta fetið á stiganum var ein avriksgáva, ið vit kallaðu sømdargávuna. Hon er til í dag. Henda avriksgáva skuldi latast 10 listafólkum, ið hava avrikað nógv og lagt stór listavirði eftir seg og ment føroyskt listalív, og skuldi hon líkjast teirri donsku, ið er á 90.000 skattafríar krónur um árið.

Við síðuna av hesum mæltu vit eisini til, at nakrar virðis- og heiðurslønir vórðu handaðar. Tær vórðu eisini mettar at liggja best fyri, um tær vórðu lagdar í stigum. Fyrst var ein virðisløn, ið vit kallaðu “Ársins spíri”, ið skuldi handast ungum, gávuríkum listafólki. Næsta fetið var Mentannarvirðisløn landsins og Heiðursgáva landsins, sum vit kenna tær í dag. Eisini skuldi ein Málrøktarvirðisløn handast. Fyrsta Málrøktarvirðislønin varð handað Johan Hendriki Winther Poulsen í fjør.

Við hesum lønarmøguleikunum hava listafólk okkurt at arbeiða fram ímóti í staðin fyri, at tey eru bundin av einari umsókn og einum játtandi svari frá Mentannargrunninum.

Um hetta skal setast í verk, skal játtanin til eitt komandi Listaráð hækkast við einum 5 milliónum. Um vit hækka játtanina við okkurt um 800.000 krónum um árið, so svarar hetta til tað, sum landið fær inn í skatti frá starvslønunum, ið verða latnar listafólkum. Við øðrum orðum, so verður ikki tikið frá øðrum, fyri at listafólkini skulu fáa.


Óttast ei, íblásturin kemur av himli

Hesa útsøgn kunnu vit listafólk ikki brúka til nakað. Ímyndin av einum listamanni, ið situr horarak í sínum kurpali á kvistinum og drívur list, er helst prentað føst í tað syndrið av hugflogi, ið gerhardistarnir hava. Men so er ikki. Tá ið tú skal skapa list, so ræður tað um at hava eina rútmu. Tað er, at tú kann seta teg niður hvønn tann einasta dag at skapa list. Verður henda rútman avbrotin við øðrum arbeiði, so verður listaverkið hareftir. Tað svarar til, at Pál Joensen ikki kann svimja, tí at hann skal selja bollar hjá bakaranum í Vági. Neyvan hevði hetta gingið, men tá ið talan er um listafólk, er onki óført.

Høvuðsgrundgevingin hjá gerhardistunum tykist vera, at Heðin Brú megnaði at skriva bøkur, hóast onga starvsløn. Hava vit henda hugburð, so er eingin menning. Henda sannroynd er ikki bara galdandi innan list, men innan øll øki!

Vit hava eisini fingið stuðulsskipanina, tí at londini kring okkum hava sæð, at samfelagið mennist og verður betri av at hava eina slíka skipan, har listin verður stuðlað við almennum pengum.

Nú ljóðar alt hetta sum ein av størstu nassaratalunum, ið higartil er skrivað. Men veruleikin er tann, at vit ikki hava ein marknað í Føroyum, ið kann tryggja listafólkum eina mannsømiliga løn. Tí hevur tað alstóran týdning, at starvslønirnar verða latnar, at stuðul verður latin til verkætlanir, at Mentannarvirðisløn landsins og Heiðursgáva landsins verða handaðar á hvørjum ári, at privatur stuðul verður latin, og at skipað verður soleiðis fyri, at listafólk hava møguleika at røkka út um landoddarnar, har marknaðurin er størri. Verður hetta ikki gjørt, so fáa vit við vissu eitt samfelag, har listafólkini flyta av landinum og vanligi føroyingum ikki kann keypa sær føroyska list. Er hetta tað, sum vit vilja hava, kunnu vit sløkkja ljósið í tinginum og melda okkum inn í Danmørk, vegna manglandi tjóðarsamleika. Vilja vit tað?

Nógv geva sær ikki far um, hvussu stóran týdning list hevur fyri samfelagið. Eg veit, at skal tú lesa til sjúkrasystur í USA, so skal tú hava prógv í bókmentum, tí at í bókmentum liggur empati í persónunum, ið høvundurin lýsir. Næmingar í fólkaskúlanum hvødu neyvan ment seg og lært um Føroyar, um ikki teir lærdu at greina føroyska list. Vit vita ikki, hvussu stóran týdning list hevur, fyrr enn vit hava mist møguleikan hjá listafólkum at skapa dygdagóða list.

Dimma átti at skrivað eina greinarøð, har mett var um, hvønn týdning list hevur fyri Føroyar og tey fólkini, ið búgva her, heldur enn at niðurgera tey, sum hava fingið starvsløn frá Mentannargrunninum.

Tað, sum harmar meg mest er, at ongin politiskur talsmaður fyri listina blandar seg upp í kjakið. Kanska er ongin?