Wednesday, January 26, 2011

Tíðindaskriv: Jóna Rasmussen í Galerie Focus



Fríggjadagin 28. januar kl 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Jónu Rasmussen upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn.

Jóna Rasmussen er grafikari og listamálari og hevur síðan 1991 sýnt fram í Føroyum, Danmark og aðrastaðni. Fyrstu serframsýningina hevði Jóna Rasmussen í Listaskálanum í 1999. Íblásturin til myndirnar fær hon millum annað úr náttúruni, frá sjómanslívinum og frá tónleiki. Elementið er ofta vatn og hon ger eisini abstraktar myndir. Tann svart/hvíti grafikkurin stendur sterkur, men eisini grafikkur og málningar í litum, ofta í bláum og turkis, standa sterkir við hennara sermerktu strokum. Við á framsýningini er svart/hvítur grafikkur.

Framsýningin hevur heiti “Frá mini til maxi”. Lena Anderssen kemur at syngja og spæla undir ferniseringini.

Framsýningin verður opin til 10. februar, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.