Monday, January 17, 2011

Jazzur á Hvonn




Týskvøldið 18.januar verður áhugaverd jazzframførsla á Hvonn í Havn. Tað eru teir báðir, Agnar Lamhauge og Herluf Lützen, sum eisini verða við til Vetrarjazz, sum verður í Havn frá 25. til 29.januar, tá teir fara at hava eina framførslu í Havnar Kirkju (leygardag 29. januar klokkan 11.30).

Á Hvonn byrjar framførslan uml. klokkan 21. Skráin er myndað av standardjazzi og egnum kompositiónum. Herluf spælir gittara og Agnar spælir bass.