Saturday, January 22, 2011

Danmark, Danmark, Danmark…


Eg havi verið ein svipp í Keypmannahavn, hesum ediliga drottningabýi, sum eg ikki ordiliga fekk tíð at njóta á hesum sinni, orsakað av, at hetta var ein arbeiðsferð í sambandi við eina listaframsýning, sum eg skipi fyri í heyst. Men allíkavæl upplivdi eg ovmikið av list og fleiri ummæli av føroyskari list hesa krákustund í høvuðstaðnum. Tað var í somu stund sum eg á veg út úr flogfarinum í Kastrup tendraði fyri fartelefonini, at eini sms-boð klingaðu frá einum vinmanni, sum ynskti mær tillukku við ummælinum í Politiken.

Eg gjørdist so mikið forvitin, at eg keypti blaðið í stundini og tað var ein frálík kensla at síggja sterku myndirnar hjá Steffani Danielsen breiða seg um eina stóra síðu í Politiken. Ummælið av framsýningini í Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn er atfinningarsamt, bæði av tí, at framsýningin verður hildin at vera ov lítil og úrvalið ikki nóg gott: "Steffan Danielsen er ikke særligt kendt i Danmark. Det vil udstilling på Nordatlantens Brygge ikke ændre ved… desværre yder heller ikke udvalget af ophængte billeder kunstneren retfærdighed. I betragtning af, at vi taler om en annonceret udstilling, er der forbløffende få værker, selv til det ene rum, den fylder. Steffan Danielsen hørte mentalt set ikke til de sundeste, og hans tilstand krævede regelmæssig behandling i København. Selv om hans arbejdslyst og kunstneriske produktion således ikke altid var lige intens, er det ikke gode malerier fra hans hånd, der savnes. Det kan man se af den opulent illustrerede bog… som blev udgivet sidste år i Tórshavn..". Og bókin, sum eg skrivaði um Steffan Danielsen verður róst og okkurt verður misskilt og tað er ivaleyst sunt hjá undirritaðu at royna hetta. Ummælið er tað fyrsta, sum er komið av bókini um Steffan Danielsen. Men tað besta og mest umráðandi er eftir mínum tykki, at tað kemur týðiliga fram í greinini, at Steffan Danielsen verður hámettur sum listamaður. Hornung endar við uppáhaldinum, at danir enn hava til góðar at síggja eina umboðandi framsýning hjá tí sterka og sermerkta Nólsoyarmálaranum.

Á hotellinum Hebron, har eg búði, høvdu tey bara Berlingske Tidende, umframt Børsen at lesa afturvið morgunmatinum. Og hetta var helst orsøkin til, at eg datt fram á ummælið hjá Mai Misfeldt av bókini um Astrid Andreasen "Fisken i dukkevognen". Ummælið er positivt við tað, at bókin t.d. fær heili 4 stjørnur. Ummælarin sigur, at bókin partvíst snýr seg um maktstrembanina innan listaumhørvið, har listakvinnurnar ofta verða taparar. Misfeldt heldur fram, at høvundurin, Trine Rytter Andersen er polemisk í síni lýsing av maskulina ræðinum á listini og tó, at frágreiðingin av og á gerst heldur ónuanserað, heldur Misfeldt tað vera eitt tiltrongt innspark í lítla føroyska samfelagið. - So far so good, men so leggur ummælarin aftrat: "Når det er sagt er det imidlertid synd for Astrid Andreasen, at hun bliver fremstillet som et eksempel på den kvindelige kunstner, der udgrænses af "stærke konservative og (mands)chauvinistiske kræfter (…) for hvem det efterhånden er lykkedes at lukke munden på de fleste almindelige mennesker". Den maskuline kunstverdens dominans er en realitet, men hvis vi taler om kunst på musealt niveau, så holder det ikke at sætte Astrid Andreasen op imod den liga. Hendes udtryk er primært bundet til det konkrete, til iagttagelsen af naturen, og hører, som jeg ser det, overvejende mere hjemme på frimærkerne og i det offentlige rum… frem for på kunstmuseet. Det er ikke udtryk for en degradering, men for at Astrid Andreasens værker er billeder, der skal bruges, som skal glæde øjet i det daglige over verdens - og ikke mindst den færøske naturs - mangfoldighed.."

Nú ivist eg ikki í, at eg eftirhondini havi mist teir lesarar, sum frammanundan eru við at kvælast av, at alt í millum himmal og jørð, sum gongur fyri seg í Danmark og sum verður hildið í Danmark, partú skal endurgevast í føroyskum miðlum. Og sjálvandi hevur tað ikki tann stóra týdningin hvat hetta og hatta danska blaðið heldur um føroyska list. Men samstundis er eingin ivi um, at av norðurlondum er tað í Danmark, at størstur áhugi verður sýndur fyri føroyskari list, kanska tí vit eru partar av sama ríki. Eg havi mangan øst meg upp um skítbýtt, niðurgerandi donsk ummæli, men sum heild vóru hesar fýra, donsku greinirnar, sum eg sá á Keypmannahavnartúrunum, seriøsar og dømi um, at okkara listafólk verða tikin í álvara. Tað er sjálvandi upplagt at gagnnýta henda áhugan, men hetta merkir ikki tað sama sum, at vit skulu lata standa til. Tað er óhugnaligt hvussu lítið er hent samfelagsliga, síðan hesar reglur vórðu skrivaðar í einum donskum blaði: "Men man har en anelse om, at det færøske folk trods landsstyre og lagmand, ja trods løfter om fuld selvstændighed, når blot man kan blive enige om det, stadigvæk ikke er spor andet end en marionet i mere eller mindre mystiske danske og udenlandske myndigheders hænder..". Sitatið er úr eini grein hjá Williami Heinesen um Klaksvíksstríðið í januar 1956 í Land og Folk.

Sum heild vóru mínir báðir dagar í drottningabýnum góðir og svalandi fyri tað føroyska sjálvsálitið - ikki at har í grundini manglaði nakað, men tað var stuttligt at trína inn í David Risley Gallery og kunna staðfesta, at tað er ein føroyingur, sum eigur áhugaverdasta verkið á framsýningini. Hetta er framsýningin De Kooning, De Kooning, De Kooning, ið tekur støði í víðagitna videonum hjá Paul Mc Carthy "Painter" (1995), ið verður víst á framsýningini. Her síggja við listamannin í listarligu prosessini tíggja sær sum ein klovn við klovnanøs og klovnakeipum skrálandi navnið á kenda málaranum, De Kooning tríggjar reisur og hiðani kemur eisini heitið á framsýningini. Við speiska verkinum setur Mc Carthy spurningar til tann modernaða ekspressionistiska málaran og hansara ovurhonds kenslubornu og samstundis rættiliga handilsligu viðurskifti við málningalistina. Heitið á myndini hjá Rannvá Kunoy Poe-Naw-Grah-Fee er eyðkent frekt og fleirtýðugt og orðini á myndaflatanum tykjast bylgja seg í ring á myndaflatanum eins og skuggar, ið stinga seg fram í einum sirkulerum málingastreymi fyri síðani aftur at hvørva. Ljósið (ella tómleikin!) tykist konsentrerað í miðjuni á málinginum og júst tað sama er galdandi fyri málningin Door to the Ocean hjá Jill Mulleady, ið hongur beint við síðuna av Rannvá Kunoy. Allar myndirnar á framsýningini fyrihalda seg so ella so til málarí og tað er eisini galdandi fyri tær tríggjar smáu myndirnar hjá Sofie Bird Møller, sum eru í kollasjuformi, tí hon brúkar reklamumyndir, sum hon málar á. Estetiskt sæð tykjast reklamumyndirnar eitt sindur ov einfaldar og lekrar, men málihátturin er sera áhugaverdur í sínum svansuta einfeldi. Eg seti nakrar myndir inn her frá framsýningini.












Tá eg í flogfarinum á veg heim lesi Weekendavisen, snýr forsíðugreinin á mentanarsektiónini um glarmeistaran Per Hebsgaard, sum hevur 25 ára jubileum, ið verður hildið við eini framsýning í Glasmuseet Ebeltoft. Greinin snýr seg um henda serstaka glarmeistara, sum heldur vil vera fremstur sum hondverkari enn aftarlaga sum listamaður. Men tað er listin, sum hevur hansara fremsta áhuga og innan glaslistina hevur hann í mong ár spælt ein umráðandi leiklut. Í greinini verða nevnd øll møgulig prominent listafólk, sum hava samstarvað við "glasdoktaran", Per Steen Hebsgaard, m.o.: Bjørn Nørgaard, Maja Lisa Engelhardt, Per Kirkeby, Arne Haugen Sørensen, Ursula Reuter Christiansen, Preben Hornung, Mogens Andersen, Carl Henning Petersen og Tróndur Patursson, ið verður nevndur tríggjar ferðir - fyrst fyri hansara parkeringstorn í Vejle, sum er 350 kvadratmetrar til støddar og síðan verður hann nevndur sum ein av teimum, ið arbeiðir fast hjá Hebsgaard: "..den nordiske vildmand, færingen Tróndur Patursson, der havde vist sig i værkstedet allerede i 1986 og som siden har benyttet det - mest om natten og i ensomhed med sin hestehaleagtige maler-pisk og sin svamp, som han bearbejder det bemalede glas med… To magiske rum på udstillingen viser ikke blot Hebsgaards spændvidde og formåen, men også museets vilje til at anskeueliggøre kunsten og håndværket. Peter Brandes har fået sit eget religiøse, mørklagte kirkerum med baglys… og Tróndur Patursson har til lejligheden indrettet sit femte og helt specielle kosmiske rum, hvor de malede glasflader spejles i loft og gulv, som gerne må betrædes, så beskueren selv indgår i dekorationen og befinder sig i et uregerligt glashelvede af lys- og farvekosmos. Gennem en donation fra Ny Carlsbergfondet er det blevet muligt for museet at erhverve rummet som permanent installation..". Áhugavert at lesa og tað verður sanniliga eisini spennandi at síggja, tá bingjuverkið Bládýpi í næstum verður samlað og sett upp permanent á Listasavninum.

Greinar: P.M.Hornung: Outsideren fra Nólsoy í Politiken 19.jan 2011
Mai Misfeldt: Kunstneren med mikroskopet í Berlingske Tidende 21.jan 2011
Niels Houkjær: Kunstnernes egen glasmester í Weekendavisen 21.jan 2011
William Heinesen: Folkets kritik er blevet aktiv í Land og Folk 10.feb.1956

Framsýning: De Kooning, De Kooning, De Kooning. Gallery David Risley inntil 26 feb. 2011 Sí:
http://ibyen.dk/kunst/omtaler_kunst/ECE1168379/ny-udstilling-klovner-rundt-med-myten-om-den-excentriske-kunstner/

Bøkur: Steffan Danielsen v. teksti eftir Kinnu Poulsen og John Dalsgarð. Bókagarður.
Fisken i dukkevognen. Et portræt i ord og billeder af Astrid Andreasen, billedkunstner, designer og videnskabelig tegner. Tekstur eftir Trine Rytter Andersen: Forlaget Støplum og Nordens Hus.
(KP)