Thursday, September 30, 2010

Jensina og Janus fingu barnabókavirðislønirnar

Janus á Húsagarði og Jensina Olsen fingu barnbabókavirðisløn Tórshavnar býráðs. Janus fekk virðislønina fyri bøkurnar um Mosalisu og ynskja vit honum tillukku við virðislønini. Fyri m.a. barnasendingarnar Ding Dang Pappsang og Barnahjartafløguna fekk Jensina Olsen barnabókavirðisløn M.A.Jacobsens 2010. Vit á listablogginum ynskja henni hjartaliga tillukku við vón um meira av tílíkum tilfari og at meira sum heild fer at verða gjørt burtur úr føroyskum filmaðum barnasendingum og teknifilmum við føroyskari talu í framtíðini, tí tað er grundleggjandi fyri okkara børn

Tóroddur Poulsen fekk Bókmentavirðisløn M.A.Jacobsens



Í dag fekk Tóroddur Poulsen Bókmentavirðisløn M.A.Jacobsens fyri yrkingarsavnið Útsýni. Vit ynskja honum hjartaliga tillukku. Savnið er ummælt her http://listinblog.blogspot.com/2010/06/utsyni-til-summarfri.html Seyðamyndina omanfyri gjørdi Fríða Matras Brekku, meðan Tóroddur gjørdi orðahegnið.



SUNNUDAGUR

taki kirkjuna upp úr lummanum
leggi hana at eyganum
har er hálvfult av fólki
prestur er liðugur at biðja
og nú er sálmasongur at hoyra
og eg syngi við
og nú hyggur alt kirkjufólkið móti tí vindeyganum
sum eg hyggi ígjøgnum
og so kemur deknurin út
og hann spyr meg
um eg ikki komi við inn at syngja
tí eg havi so góða rødd
men so sigi eg at eg passi ikki inn
og hann svarar
at tað skal eg ikki leggja so nógv í
so leingi eg bara kann fáa røddina inn
og so fer røddin hjá mær í kirkju
og eg standi tigandi eftir við kirkjuni í hondini

Sjúka rósan hjá William Blake

Ummælini av Heystframsýningini og "September i birke som måske er blå" eru heldur seinkað, men verða at lesa her á listablogginum sum skjótast. Men fyri fyrst kann lesarin njóta eina myndprýdda yrking hjá William Blake við heitinum Sjúka rósan, ið var almannakunngjørd á fyrsta sinni í savninum Songs of Experience frá 1794. Hetta er ein stutt og lutfalsliga einføld yrking, ið inniheldur eitt satt ríkidømi av dramatikki, ið m.a. kemst av væl eydnaða, døkka myndamálinum





O Rose thou art sick.
The invisible worm,
That flies in the night
In the howling storm:

Has found out thy bed
Of crimson joy:
And his dark secret love
Does thy life destroy.

Wednesday, September 29, 2010

Barbara í leiklistini


Barbara í Gongini og Elektra

Nú hava eisini leiklistarfólk fingið eygað á dramatisku kvalitetirnar í sniðgevingini hjá Barbaru í Gongini. Hennara klæði verða brúkt sum búnar í eksperimenterandi útgávuni av griksku tragediuni Elektra hjá Sofokles, sum í løtuni verður pallsett í Betty Nansen sjónleikarhúsinum í Keypmannahavn.

Tað er verulig ferð yvir Barbaru í Gongini í hesum døgum. Vit seta tíðindaskrivini frá Betty Nansen sjónleikarhúsinum inn her í tí stillu vón, at eisini onkur her heima fær sama góða hugskot at brúka Barbaru í Gongini sum leiklistarligan sniðgeva, so at eisini vit fáa høvið at uppliva eitt sindur av tí góða, sum føroysk listafólk veita uttanlands.

ELEKTRA - SUPER-DESIGNER BLIVER KOSTUMIER PÅ BETTY NANSEN TEATRET

Hun lavede tøj til rockbandet Sort Sol, var del af mode-kollektivet Kønrög og er for længst udråbt som en af vores mest spændende designere. Nu springer Barbara í Gongini ud som kostumier på Betty Nansen Teatret. Med stærke blandinger af sort og gult, strikket tyl og gigantiske hoftestykker sætter hun sit præg på hævndramaet ELEKTRA, der vises på teatrets anneksscene Edison fra d. 25. september. ”Jeg leger og eksperimenterer mig frem. Det er en utroligt spændende opgave at formidle stykkets figurer gennem design. Ikke mindst fordi der er store temperamenter og følelser på spil”, siger Barbara í Gongini.


Den færøske designer blev uddannet fra Danmarks Designskole i 1996. Siden har hun været involveret i en lang række moderelaterede tiltag som fx kollektivet Kønrög, der fra 2001 til 2006 prægede den danske modebranche fra en lille butik i det indre København. I dag står Barbara í Gongini på egne ben, og hendes design er vidt udbredt. Især tyskerne elsker hendes stil og førende modeblogs som Lesmads har rost í Gonginis konceptuelle snit, der er inspireret af det kolde, nordiske univers.

Kostumerne til ELEKTRA sammensættes af basisdele fra designerens eksisterende kollektion og nylavede hofte- og skulderstykker, knæled og kapper, der understreger personernes egenskaber. Resultatet bliver moderne og provokerende, forklarer Barbara í Gongini. “Jeg kan godt lide at bruge folks forventninger til tøjet. En hoftestiver ved de fleste, hvad er. Derfor kan den være ekstra interessant, hvis den bliver brugt som hovedbeklædning”, forklarer Barbara í Gongini.


ELEKTRA – historiens største teenageoprør

Bliver du lykkeligere af at få hævn?
Iscenesat som en blanding af klassiker og moderne ungdomsoprør fortæller ELEKTRA om det had, en teenager kan nære til forældre og autoriter. Selv om myten er over 2000 år gammel, er der moderne dimensioner i stykkets familie, der er fanget i en sløjfe af vold og overgreb.

ELEKTRA er en barsk og brutal beretning om en ung kvindes ære fortalt med syrede videoprojektioner, vilde kjoler, powerfulde performere og en blandet besætning af garvede og spritnye kræfter. Instruktør Niclas Bendixen satser på en respektløs og visuel oplevelse.

”Vores fornuft siger, at gengældelse og hævn er noget, vi skal lade retssystemet om, men jeg tror, at alle kender trangen til hævn”, siger Niclas Bendixen. ”Forskellen på teatret og virkeligheden er, at du kan udleve dine onde tanker på et teater. I virkelighedens verden holder vi alt indeni.”

ELEKTRA begynder, da den unge kvinde venter på sin bror. Deres far, kongen, er blevet slået ihjel af moderen og dennes elsker. Frygten for gengældelse har fået  moderen til sende sønnen bort, men Elektra ved, at han lever. Og hun er besat af tanken om hans hævn.Elektras voldsomme temperament går igen i forestillingens scenografi og videoinstallationer, der skaber et sanseligt og aggressivt univers. Den færøske super-designer, Barbara í Gongini, der er kendt for sin eksperimenterende stil, debuterer som kostumier. Som et ekstra scoop medvirker seks unge performere fra teatrets ungdomsafdeling. C:NTACT. I ELEKTRA danser de hjemmevant over væggene og får loftet til at
bevæge sig. Det er første gang, at Betty Nansen Teatrets professionelle skuespillere deler scene med C:NTACTs rå talenter. De medvirkende er Marijana Jankovic, André Babikian, Andrea Vagn Jensen, Jonas
Kriegbaum, Caroline Dahl, Gabriela Olmedo, Naruphon Hongsa, Wahid Mahmoud, Besir Zeciri, Shelly Levy og Ronni Morgenstjerne. Forestillingen vises på anneksscenen Edison, Edisonsvej 10, Frb C fra den 25. sept. til 23. okt. 2010. Billetterne købes på bettynansen.dk, billetbillet.dk samt på Betty Nansen Teatrets
billetkontor, tlf. 33 21 07 55 (man – fre kl. 14.00 til 18.00 samt lør. kl. 14-16). Få mere information hos teatrets pressechef Sarah-Iben Almbjerg på tlf. (+45) 33 29 61 32 eller via pr@bettynansen.dk. Instruktør:Niclas Bendixen. Tekst:Sofokles. Bearbejdelse:Karsten Johansen og Mette Wolf

Iversen. Kostumer:Barbara íGongini. Musik:Jesper Mechlenburg.Video:Rasmus Kreiner

Tuesday, September 28, 2010

Refleksjón og religión


Eitt útbreitt sjónarmið er, at mentan ikki altíð er religión, men at religión altíð er mentan. Soleiðis er eisini í Kringvarpi Føroya, har fleiri mentanarsendingar hava snúð seg um religión - ella um lívsáskoðan og virðisspurningar, sum tey sjálvi rópa tað. Soleiðis var tað eisini í kvøld, tá Refleksjón hevði eitt innslag um nýggja frískúlan hjá Kelduni í Skálabotni og kjak um átrúnað í føroyska fólkaskúlanum, ið tilsamans fylltu meginpartin av sendingini. Kjakið um hvørt átrúnaður er heimahoyrandi í eini mentanarsending er sjálvandi áhugavert, men tað er eisini óendaligt og eitt sindur meira filosofiskt enn eg fái svinga meg upp til eitt sunnukvøld. So í staðin fyri at argumentera á hægri støði, má eg bara fátæksliga staðfesta, at eg fegin vildi sloppið undan. Eg haldi, at eg sum heild fái so ríkiligt av átrúnaðarligum innihaldi og alt ov lítið av tí, vit í eini smalari allýsing av hugtakinum fata sum mentan, eg fái ov lítið av bókmentum, myndlist, tónleiki, leiklist, filmi - ja ov lítið av list. Nåh, men hóast hesar hugsanir, eydnaðist tað mær at síggja Refleksjón við ávísum áhuga. Heini í Skorini ger sítt arbeiði væl, hann er væl inni í sínum evni, sum hvørki er óumráðandi ella keðiligt, so í grundini er tað órættvíst, at eg lati mínar persónligu fordómar og vantandi tørv á eini hægri meining ganga út yvir eina annars frálíka sjónvarpssending

Tað er órættvíst at nevna, at eg haldi, at evnið er uttan fyri rammuna hjá eini mentanarsending og at eg haldi, at tað tók alt ov langa tíð, tí samanumtikið er talan um gott sjónvarp. Umframt at vera gott sjónvarp er sendingin eitt gott dømi um medialiseringina av mentanini. Medialiseringin av mentanini hevur havt við sær, at ein nýggj mentanarlig yvirstætt er komin til ræði, sum ikki longur er myndað av teimum intellektuellu fakfólkunum, men av teimum professionellu fjølmiðlafólkunum. Tað eru hesi síðstnevndu, sum seta dagsordanina og tað eru tey, sum duga at vinkla mentanina á ein hátt og í eini dramaturgi, so at fólk tíma at hava áhuga fyri henni. Tað eru tey, ið fata marknaðarkreftirnar, síggjaratøl, málbólkar osfr. og tessvegna eru tað tey, sum í dag hava mentanarliga autoritetin. Tað er sjálvandi vónleyst og konservativt at leingjast aftur í tíðina, tá sjónvarpið var ein mentanarstovnur og ikki ein miðlastovnur, eins og tað er láturligt at gráta um, at vit ikki longur hava tað gamla slagið av sjónvarpsformidling og at mentanarsendingar ikki longur verða gjørdar við mentanarlívinum sum fortreyt, men við sjónvarpsmiðlinum sum fortreyt. Soleiðis er tað bara og nógv er gott, men hetta hevur eisini við sær minni list og meira religión í mentanarsendingum og tað er syndarligt, haldi eg.
(IS)

Monday, September 27, 2010

Stjóri til Søvn Landsins

Í morgin er umsóknarfreistin til eitt sera umráðandi starv innan føroyskt mentanarlív, starvið sum stjóri fyri Søvn Landsins. Í lýsingini stendur, at ”Søvn Landsins er ein yvirskipað fyrisiting av søvnunum undir Mentamálaráðnum: Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiligu Royndarstøðina. Listasavn Føroya er eisini partur av tilgongdini.” Orsøkin til, at Listasavn Føroya soleiðis stendur fyri seg sjálvt er, at Listasavnið er sjálvsognarstovnur. Hetta merkir, at stovnurin, sum verður alment fíggjaður, eigur seg sjálvan og tí ikki uttan víðari kann verða lagdur saman við hinum søvnunum. Hetta merkir eisini, at fólksins savn av føroyskari list í veruleikanum er á privatum hondum og tí er tað mær fullkomiliga óskiljandi, at hetta ikki er broytt fyri langari tíð síðani. Men betri seint enn ongantíð, nú hevur mentamálaráðið sett tað tey nevna ein "skjóttarbeiðandi arbeiðsbólk", ið skal royna at loysa trupulleikan, og meðan vit bíða í spenningi eftir at fáa at vita hvør verður stjóri fyri Søvn Landsins og um Listasavn Føroya verður ein partur av teimum, er her ein grein um rakstur av listasøvnum.

Listasavnið - leiðin at lyfta og lofta listini

Listasavnið er háborgin hjá listini. Her verða tey bestu verkini savnað, her verður mentanararvurin skrásettur, her verður kjarnin til okkara sjálvsfatan varðveittur, her verður granskað í hvussu menniskju úttrykkja seg, her verða nýggjar inngongdir til okkara tilveru sýndar fram, og her verður tann torføra, løgna og undurfagra listin og listin, sum fer um mark, býtt út til fólkið. Men sum navnið bendir á, eru háborgir nakað tungt nakað at handfara. Uppgávurnar hjá listasøvnunum eru umfatandi. Tey skulu fevna um eitt stórt, flótandi og ofta illa atkomiligt umráði, og tey skulu helst gera tað á ein hátt, so vit, hvørja ferð vit vitja listasavnið, verða bilsin um, at tað kann gerast so gott, so nýtt og so inspirerandi

Vegurin til eitt listasavn, ið kann liva upp til hesi hørðu krøvini, gongur eftir mínum tykki gjøgnum lóggeving. Eg eri sum heild varin við at mæla til ov nógva lóggeving, tí listin helst skal varðveita so nógv av sínum frælsi sum tilber, um hon skal trívast. Men júst á listasavnsøkinum hevur tað týdning, at tað eru rættiliga nágreiniligar reglur. Listasavnið skilir seg frá øðrum pørtum av listalívinum við tað, at tað ikki verður rikið av listafólkum og við tað, at tað skal uppfylla beinleiðis krøv um úrslit og ítøkiligar skyldur.


Hubert Robert (1733-1808): Grande Galerie í Louvre. 1796

Listasavnið sum stovnur hevur ikki broytt seg nakað serligt síðani 18. øld. Høvuðssúlurnar í listasavnsvirksemi eru framvegis at savna inn, skráseta, varðveita, framsýna, granska og breiða út. Kortini hevur tað týdning, at listasøvnini alla tíðina viga sín egna leiklut í samfelagnum og endurnýggja seg sjálvi, so tey krøv, ið verða sett, verða lúkað á ein samtíðar- og nýhugsandi hátt. Listin kann verða mett úr øllum møguligum ættum, og tað er skyldan hjá listasavninum at granska, hvørjar av hesum ættunum kunnu geva sítt til at gera viðurskiftini millum listina og almenningin sterkari og litríkari.




ICOM
Eitt listasavn er fyri mær ein stovnur, sum hevur eina risastóra ábyrgd og tí má vísa størsta fakleika og professionalismu í øllum viðurskiftum. Listasavnið skal taka listina í álvara, tað skal vera kritiskt kannandi og kjakandi í sínari gransking av listini og tað skal, á ein kreativan, opnan og livandi hátt, geva almenninginum møguleika at fáa eitt innlit í teir boðskapir, tað innlit og tær lívsáskoðanir, sum listin rúmar. Tað ljóðar kanska eitt vet ov abstrakt, men tað letur seg gera at seta slíkar tankar upp í ein løgfrøðiligan frymil og gera lóggávu burtur úr teimum.

Tað finst nevniliga ein altjóða museumslóg, betur kend sum museumsetiska regluverkið hjá ICOM, sum hevur megnað at gjørt nakrar sera góðar leiðreglur. ICOM er stytting fyri International Council of Museums og hoyrir undir UNESCO og ST. Ráðið ger altjóða lógir fyri hvussu listasavn skulu rekast, eitt slag av minstukrøvum, sum hava atlit fyri, at museumslóggávan er ymisk frá landi til land. Hesar lógir kunnu saktans førast yvir í føroysk viðurskifti, hóast vit tíverri enn ikki hava nakra museumslóg her á landi.

Rachel Whiteread framsýning í Tate Modern í London

Í Onglandi eru listasøvn undir bæði mentamálaráðnum og almannamálaráðnum. Tað merkir, at tey ikki bert skulu liva upp til mentanarlig krøv sum gransking, útbreiðsla og fremjan av listini, men eisini til sosial krøv. Tey skulu hava serlig tiltøk fyri rørslutarnað, heimleys, eldri, ung við trupulleikum o.s.fr. Tað er ein torskild skipan, men aftur fyri hevur Ongland heimsins bestu listasøvn, sum enntá eru ókeypis at vitja. Her er tað Tate Modern, sum tekur bæði ta listaligu og ta sosialu uppgávuna í størsta álvara og tí átti at verið ein fyrimynd hjá øllum, ið fáast við at reka listasøvn. Umframt ta einastandandi listaligu upplivingina, tað er at vitja Tate Modern, siga tey turru tølini okkum eisini eitt sindur um hvussu væl eydnað listasavnið er. Tate Modern vinnur hvørt ár 100 milliónir pund inn til London. Tað hevur skapt 4000 arbeiðspláss og hevur 4,6 milliónir vitjandi um árið.








Til gagns fyri samfelagið
Og sagt í ramasta álvara: Um vit ikki kunnu taka undir við teimum minstukrøvum, sum altjóða lóg ásetir, kunnu vit júst tað sama geva upp. Vit fáa ongantíð eitt listasavn, ið varðveitir, tulkar og fremur mentanararvin hjá mannaættini. Vit fáa ongantíð eitt listasavn, ið umsitir søvn vegna samfelagið og gagnar samfelagsmenningini. Vit fáa ongantíð eitt listasavn, ið varðveitir verk til kunnleikamenning og fordjúpan ella eitt listasavn, ið gevur møguleika fyri at virðismeta, fegnast um og skilja óendaliga ríkidømið hjá listini. Og vit fáa ongantíð eitt listasavn, sum arbeiðir eftir fakligum, etiskum og professionellum grundreglum.

Tað einasta vit fáa, er eitt listasavn, ið ikki verður rikið á einum etiskum grundarlagi, eitt listasavn ið ikki riggar sum nonprofit felagsskapur, og sum hevur inntøkugevandi virksemi heldur enn virksemi, sum í roynd og veru gagnar listini. Vit fáa eitt listasavn uttan leiðreglur, innsavningarpolitikk og gransking, og eitt listasavn, ið ikki breiðir listina út til fólkið. Eitt listasavn, ið ongantíð verður ført fyri at skapa eina almenna tilvitan um tess samfelagsligu uppgávu.

Ein museumslóg fer sjálvandi ikki at loysa allar trupulleikar. Listasavnið hevði framvegis skulað grundgivið fyri sínum rætti til at verið til, tað hevði framvegis verið noytt at sett spurnartekn við alt hugskotið um eitt listasavn og tann mátan, sum listasøvn tulka veruleikan og listina, og spurningar máttu framvegis verið settir við, um allar avgerðir, ið tiknar verða, eru til gagns fyri yvirskipaðu góðskuna hjá listasavninum.

Men alt hetta hevði verið á einum fakligum og etiskum grundarlagi, og tí kundi tað eisini verið opið. Tað hevði havt altjóða samstarv at ráðført seg hjá, og tað kundi kjakast um málini við almenningin, við politikarar og við listafólkini. Júst tí ein lóg hevði givið eina almenna tilvitan um risastóru samfelagsuppgávuna, sum tjóðlistasavnið hevur at røkja.

Magdalena Jetelová (1946): Domestizierung einer Pyramide. 1992. Á Österreichisches Museum für Angewandte Kunst, Wien.

Listasavnsrúmið verður ofta borið saman við eitt kirkjurúm. Tað er okkurt heilagt yvir listasavninum, sum gevur virðing, hugdýping og hugsunarsemi. Men hóast huglagið í einum listasavnsrúmi ofta kann vera álvarsamt, kann tað tulkast á so mangan hátt, sum her hjá Magdalenu Jetelová, ið hevur sett eina 15 metur høga pýramidu úr reyðum sandi í eitt listasavn í Wien. Listaverkið er ein roynd at sameina fortíð og nútíð, rúm, tíð og søgu. Tað er ein háttur at reka burtur andan frá fortíðini, sum ger, at øll listaverk á einum listasavni verða mett á ein serstakan søguligan hátt, og í staðin skapa eitt nýtt rúm, ið kann lata upp fyri, at fólk síggja list á ein heilt annan hátt.








Heimsins besta listasavn til føroyska list
Vit hava longu heimsins besta listasavn til føroyska list. Tað er jú ógvuliga gott. Við eini museumslóg, sum tryggjar tað grundleggjandi, kundu vit fingið eitt av heimsins bestu tjóðlistasøvnum. Tað er betri.

Tí okkara listasavn kann nakað, sum einki annað kann. Tað kann seta verk úr teirra savni saman á ein hátt, so tað knappliga stendur fullkomiliga klárt fyri okkum øllum, hvussu føroysk yrkingalist og myndlist virka saman. Tað kann sleppa Tróndi Patursson leysum í einum rúmi, meðan vit onnur við egnum eygum síggja eina framúrskarandi totalinstallasjón verða til. Tað kann kanna, hvussu føroyski nationalromantikkurin er vorðin samtíðar, viðkomandi og nýmótans. Tað kann útbúgva børn til at gerast serfrøðingar í føroyskari list og lata tey skapa eina nýggja, visuella barnamentan. Tað kann bjóða amerikonsku listakvinnuni Jenny Holzer at gera eitt av sinum fantastisku orðlistaverkum og fáa Sunleif Rasmussen at seta ljóð til. Tað kann lata dyrnar upp til goymsluna í kjallaranum og siga okkum eina nýggja, øðrvísi søgu um føroysku listina, sum fer at seta alt í eitt nýtt perspektiv hjá okkum. Tað kann seta fokus á, hvussu listin mennist og stuðlast best her í landinum. Tað kann hava kjakkvøld um góðsku, um støðuna hjá føroyskari list í heimslistini, ella um hvussu vit fáa eitt upp aftur betri listasavn.

Hetta kann onki annað listasavn í heiminum gera. Møguleikarnir eru óendaligir, so skjótt nakrar greiðar, fakligar linjur verða settar upp fyri, hvønn veg vit vilja fara við okkara listasavnsvirksemi. Eins stórar skyldur og stóra ábyrgd eitt listasavn hevur, eins stórir eru møguleikarnir fyri kreativiteti og nýhugsan.


Marius Olsen (1963): Náttaregn. 2005
Marius Olsen er partur av listabólkinum Heystframsýningin, ið hevur valt ikki at sýna fram á okkara tjóðlistasavni, tí tey halda ikki, at tað verður rikið á einum haldbærum etiskum og fakligum grundarlagi. Tað er ein risastórur kostnaður fyri føroyskt listalív, at politiski myndugleikin hevur valt at venda blinda eygað til teir týðiligu trupulleikarnar, sum eru í umsitingini av føroysku listini. Ein kostnaður er, at glæsiligu og snøgt sagt genialu tulkingarnar hjá Mariusi Olsen av føroysku myndlistatradisjónini ikki eru ein natúrligur partur av árligu føroysku framsýningunum hjá listasavninum og tí ikki verða tulkað við í stóru frásøgnina um samtíðarlistina.




Valdsmikla listasavnið
Amerikanski listasøgufrøðingurin Donald Preziosi hevur kallað listasavnið ein av mest framúrskarandi og valdsmiklu nýmótans fiksjónum. Síðani listasavnið varð uppfunnið í 18. øld, hevur tað framleitt ímyndir um veruleikan, um fortíðina, samtíðina og framtíðini og um menniskju og teirra viðurskifti við seg sjálvi, við onnur menniskju og við heimin tey liva í. Ímyndir, sum eru vorðnar sannleikar fyri okkum øll. Listasøvn hava spælt ein avgerandi leiklut í okkara máta at uppfata týdningin hjá lutum, at uppfata týdningin hjá okkum sjálvum og í at forma tær mýtur, vit grunda okkara lív og alt okkara samfelag á.

Tí hevur tað so stóran týdning, og tí skulu vit gera tað so gott sum yvirhøvur gjørligt. Listasavnið er ikki bert ein pallur, sum myndlistafólk kunnu breiða seg á og eitt stað, har mentanarliga elitan kann skifta klók orð sínámillum, og tað er ikki bert eitt stað til undirhald og útbúgving. Tað er ein partur av okkara máta at hugsa uppá. Listasavnið fer ongantíð at tryggja okkara yvirlivan, og tað fer ongantíð at fáa sama praktiska týdning sum fiskur, tunlar ella flogvøllir, men óansæð hvussu gott ella vánaligt listasavnið er, hevur tað stóran týdning fyri okkara samfelag og okkara framtíð. Tað er eingin orsøk til at undirmeta hvørki tann góða ella tann ringa týdningin, eitt listasavn kann hava.

Minstukrøv frá einum listagrenji
Men týdningurin hjá listasavninum verður undirmettur. Tað er pínligt áhaldandi at skula grenja um, hvussu illa til stendur, men tað er upp aftur pínligari, at onki verður gjørt. Ein museumslóg sum tann hjá ICOM krevur ein ikki so øgiliga stóran innsats frá politiskari síðu, og tað hevði verið eitt rættiliga stórt fet á leiðini fram móti einum áhugaverdum listasavni, sum kann vera okkum øllum til gagns og gleði.

Museumsetiska regluverkið hjá ICOM er einans minstukrøv, og hetta grenjið heldur, at tað er tað minsta, okkara politikarar kunnu gera fyri listina.
(IS)

Sunday, September 26, 2010

Heystframsýningin 2010 - fernisering

Í gongini á veg upp trappurnar til Heystframsýningina

Myndir hjá Hanna Bjartalíð

Carl Jóhan Jensen las upp og tað gjørdi Heðin Klein og Einar Már Guðmundsson eisini

Sera nógv fólk vóru til upplatingina

Áhoyrarar lurta

Myndir hjá Zachariasi Heinesen

Anker Mortensen hevur gjørt serprent til framsýningina

Pietà

Myndainstallatión hjá Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir

Fólk og list
 Eitt av verkunum hjá Anker Mortensen

Hanni Bjartalíð hevur málað hesa herligu ljósareyðu personasjuna

Ein mynd hjá Tummas Jákup Thomsen

Ein skøltur  hjá Hanna Bjartalíð

Ein klassisk Zacharias Heinesen

Brandur Patursson javnvigar á kantinum millum skemt og óhugna

Veggurin hjá Tummas Jákupi Thomsen

Marius Olsen gjørdi henda ælabogan

Portrettmynd hjá Andreasi Andreasen

Myndainstallatiónin hjá Bárði Jákupsson

Ein av myndunum hjá Hansinu Iversen

Smádrongur skoðar verk hjá Mariusi

Saturday, September 25, 2010

Ebba Hentze fyllir runt


Ein kritisk og vitandi rødd,
ið torir og dugir...

Av okkara sólskygdu verð
ynski eg mær bert ein havabonk
har ein ketta sólar sær…
Har hevði eg sitið
við einum brævi í barmi,
einum einasta lítlum brævi.
Soleiðis sær mín dreymur út…

Orsøkin til, at vit kunnu lesa dýrdarríku yrkingina "Eitt ynski" hjá modernistiska yrkjaranum Edith Södergran á okkara móðurmáli er, at Ebba Hentze hevur týtt hana úr svenskum til føroyskt. Ebba Hentze verður í Dansk Kvindebiografisk Leksikon nevnd ein institutión í føroyskum mentanarlívi, ið so at siga er Føroya einasti fríi, intellektuelli og hesum kunnu vit ikki annað enn taka undir við í dag, nú Ebba Hentze fyllir runt. Tó at sólin sýnist eitt sindur lág har hon hongur beint uppi yvir tekjunum í Havn, skínur hon við óskerdari megi og himmalin er høgur og bláur. Vindurin er skærur og ljósið er fullkomið, eisini tá hugsað verður um, at Heystframsýningin letur upp í dag.

Og ikki er heilt óhugsandi, at vit í dag hitta føðingardagsbarnið á Heystframsýningini, tí listin hevur altíð staðið hennara hjarta nær. Tá sólin skínur á føðingardegnum sum í dag er vanligt at siga, at føðingardagsbarnið hevur skikkað sær væl, men tað hevur Ebba ikki, takk og lov havi hon fyri, at tað. Hetta at skikka sær væl og vera ein pen miðalhampagenta júst sum allar hinar tykist ikki  hava ligið frammaliga í hennara lívsætlanum og tað kunnu øll bókmentaáhugað fegnast um. Longu í 1953 fekk hon sína yrkjaradebut í virda tíðarritinum Hvedekorn og síðan hevur hon á ymsan hátt livað við og av bókmentum og tær av henni. Hon hevur skrivað bøkurnar um Antoiu og týtt eina rúgvu av tilfari til og úr føroyskum. Tá Rói Patursson varð innstillaður til Norðurlendsku Bókmentaheiðurslønina við "Líkasum", var tað Ebba Hentze, ið hevði flutt hansara savn yvir í danskt, eins og hon hevur týtt mong onnur yrkingasøvn hjá t.d. Tóroddi Poulsen og Jóanesi Nielsen. At Ebba Hentze torir og dugir vistu vit av (eisini áðrenn væl uppibornu mentanarheiðurslønina), og við teimum 16 framúr góðu týðingunum av yrkingum hjá Edith Södergran, ið standa sum eitt lítið savn í fyrsta "Vencil", varð hetta enn einaferð váttað. Hesa uppgávuna megnaði hon at loysa við miklari virðing, kunnleika og eymleika fyri stóra finska symbolistinum, sum man hava eitt serligt pláss í hjarta týðarans.

Ebba Hentze hevur eitt serligt pláss í okkara hjarta sum vegari og fyrimynd og vit takka henni fyri dirvið og lívslanga arbeiðið listini at frama sum yrkjari og bókmentaformidlari, týðari og sum ein kritisk og vitandi rødd, ið torir og dugir. Nú dregur hann á luftina og eitt hvassligt æl litar sólina myrkagráa sum í eini mynd hjá Ingálvi av Reyni. Vit ynskja Ebbu Hentze hjartaliga tillukku á hennara runda, vakra degi og ynskja henni alt tað besta.
(KP)

Tíðindaskriv: Høvundadagar í Norðurlandahúsinum

Sunnudagin og mánadagin 26. og 27. sept eru høvundavitjanir í Norðurlandahúsinum, sum verdar eru at fara til.










Hetta er skráin:
Einar Már Guðmundsson og Halldór Guðmundsson Sunnudagin 26.sept.
Fyrilestrar og kjak við íslendsku rithøvundunum Einar Már Guðmundsson og Halldór Guðmundsson.
Kostnaður: 80 kr
14.00 - 15.00: Einar Már Guðmundsson greiðir frá sínum skaldskapi
15.00 - 15.15: Steðgur
15.15 - 16.15: Halldór Guðmundsson greiðir frá um ævindsøguna Halldór Laxness, ið gav honum íslendska bókmentaprísin fyri fagrar bókmentir.
16.15 - 17.00: Kjak



Jógvan Isaksen Mánadagin 27. sept.
19. 30 Fyrilestur við Jógvan Isaksen um skaldskap hansara.
Kostnaður: 40 kr.

Rithøvundafelag Føroya

Friday, September 24, 2010

Hugans meistaraverk

Arnold Vegghamar


"Summu siga, at mínar myndir vóru betri fyrr… Kanska hevur man verið í hæddini og er á veg niðuraftur nú" helt sjálvatfinningarsami listamaðurin, Arnold Vegghamar (f.1937) stillisliga fyri sunnukvøldið í sjónvarpssendingini Frætt & Fregnað. Listamaðurin av Viðareiði er á breddanum í løtuni við framsýningini "Á aðrar leiðir", sum er at síggja í Listasavninum hetta til 24.oktober. Framsýningin er góð og kann tað viðmælast øllum at fara niðan at hyggja. Spurningurin er bara um framsýningin er so mikið góð, sum hon eigur at vera, tá hon umboðar eitt av okkara mest originalu og serstøku samtíðarlistafólkum.

Afturlítandi
Bæði nýggjar og eldri myndir eru at síggja á framsýningini, sum sostatt í ein vissan mun gevur innlit og yvirlit yvir lívsverkið hjá Arnoldi Vegghamar, ið er sjálvlærdur listamaður, sum byrjaði at mála í 50´unum og sum luttók á Ólavsøkuframsýningini longu í 1957. Hann var eisini ein av næmingunum á stokkuta, men gitna Listaskeiðnum, sum Ingálvur av Reyni, Jack Kampmann og Janus Kamban høvdu á vetri 1958-59. Arnold Vegghamar hevur m.a. starvast sum gullsmiður, men seinastu trettan árini hevur hann málað burturav sum yrkislistamaður. Listin hjá Arnoldi Vegghamar er av tí slagnum, sum tú minnist framum aðra list og tí gloymi eg ongantíð fyrstu ferðina, eg upplivdi hansara myndir. Tað var meðan ein Ólavsøkuframsýning varð fyriskipað fyri eftirhondini mongum árum síðani í Listaskálanum. Verkini hjá Arnoldi vóru júst pakkaði út, men sjálvt um tey stóðu tilvildarliga slongd hvørt um annað á gólvinum, var greitt beinanvegin, at talan var um serstøk listaverk, sum tað ikki bar til at ignorera. Hóast myndevnini vóru vanlig føroysk myndevni við lýsingum av haga, bygd og lending, var úttrykkið í hesum glitrandi fepurheitu litunum nakað heilt fyri seg.



Menning

Á framsýningini í Listasavni Føroya sæst hvussu Arnold Vegghamar hevur roynt ymsar málihættir frá nøkrum nokkso naturalistiskum og impressionistiskum ella litføgrum pointillistiskum landsløgum til teir sera einføldu, næstan primitivistisku málningarnir, sum hann ger í dag. Stílurin í myndunum hjá Vegghamar liggur onkrastaðni millum ekspressionismu og naivismu, men einfaldastu myndir hansara tykjast sera originalar á sama hátt sum myndirnar hjá einum øðrum outsidara, Steffani Danielsen vóru tað.
Og sjálvt um landslagið í summum myndum hjá Arnoldi Vegghamar er so mikið bjartlitt, at grótið er átøkt bommum, er talan ikki um elskuligar eydnumyndir. Tvørtur í móti tykist huglagið í menniskjatómu landsløgunum ofta dapurt og ørkymlað á sama hátt sum hjá áðurnevnda Nólsoyarmálara og eisini hjá Edvardi Munch t.d. í myndini "Fløtan" (1991) av einum smáum violettum húsum, ið tykjast nærum glatað í stora, sterka landslagnum, sum gløðir og darrar í grønum og reyðum, bláum og orange mótsetningslitum. Sum so ofta hjá Vegghamar kennist tað eins og litirnir skríggja móti hvørjum øðrum í einum klaustrofobiskum myndaheimi, ið gevur hugasamband við flykrandi fepursjónirnar hjá Vincent Van Gogh.

Skjóttlisin bók

Í sambandi við framsýningina hevur Listasavnið givið út bók á føroyskum, donskum og enskum um listamannin, sum Dagmar Warming hevur skrivað tekst til. Hóast tað ikki tók meira enn nítjan og ein hálvan minutt at lesa tekstin, ætli eg mær ikki í holtur við at brúka meg um grunnleikan í mongu listabókunum, sum Listasavn Føroya gevur út. Til tað eri eg alt ov fegin um endiliga at eiga eitt savn av myndum hjá framúrskarandi listamanninum av Viðareiði á bókahyllini, har eg til eina og hvørja tíð kann blaða upp og hyggja eftir einari av hansara áhugaverdu myndum. Eg las danska upprunatekstin, sum er væl skrivaður og lættur at lesa og sum er einar fjúrtan síður til longdar við neyðturviligum upplýsingum um listamannin og hansara lív og um hansara støðu í føroyskari og europiskari landslagslist. Í bókini verður gjørt vart við, at Øssur Johannesen hevur tøkk uppiborna fyri sítt arbeiði og tað er gott, tí mær vitandi, arbeiddi hann nokkso leingi við bókaætlanini. Føroyska og enska týðingin eru ikki nóg væl rættlisnar t.d. verður Malinsfjall ikki konsekvent stavað í týðingini; "Marlinsfjall" og "Malingsfjall", umframt at tann føroyska týðingin sum heild ikki er góð, helst orsakað av, at hon er ov trúgv mótvegis upprunatekstinum og at føroysku orðingarnar harvið kennast eitt sindur danskar (t.d. "hendurnar sótu væl á unga manninum" og "Café-myndin.. er enn eitt dømi um eina "einliga svalu" frá arnoldi", eins og onkur bendingarvilla er í føroyska tekstinum. Villur eru altíð harmiligar, men man má bara ásanna, at tað eyðsýniliga ikki er lætt at sleppa undan villum í sambandi við bókaútgávur.


Náttúran sum myndevni

Tað er áhugavert at lesa í bókini, at Arnold Vegghamar ongantíð hevur sæð myndir hjá Van Gogh í veruleikanum, men bert í bókum, tí onkrar myndir hjá Vegghamar minna heilt nógv um tær hjá Van Gogh bæði í málihátti og í litavali. Løgið, at Arnold Vegghamar ongantíð hevur verið á Glyptotekinum mitt í Keypmannahavn, har tey eiga onkra fantastiska mynd hjá Van Gogh, ið orsakað av pastosa máliháttinum sær heilt øðrvísi út í veruleikanum enn í ymiskum eftirgerðum, í bókum osfr. Men tá undirritaða í onkrum ummæli hevur nevnt ein vissan skyldskap millum Viðareiðismálaran og stóra ekspressionistiska og modernistiska vegaran, so havi eg í grundini ongantíð ró framundir, at Vegghamar er nakar hermari, tí til tað er hann alt ov egin listamaður, ið gongur sínar heilt egnu listarligu leiðir. Dagmar Warming skrivar rættiliga nógv um náttúruna á Viðareiði og av hesum nátturulýsingum fær lesarin varhugan av einum bergtiknum, útlendskum høvundi: "Arnold Vegghamar hevur hesi seinastu árini lagt stóran dent á tað, sum er beint í nánd: Malinsfjall, útsýnið yvir Fugloy, húsini á Viðareiði og lendingin við útsýni yvir Múlan og Kunoyarnakkan, sum reisir seg meiri enn 820 m loddrætt úr havinum. Ein túrur við útróðrarbáti á havinum, beint norðan fyri Føroyar, er ótrúliga vakur, tá ið veðrið er til vildar. Men reisir sjógvurin seg, er vandin altíð til staðar…" (s.68) og "Eisini ein sólskinsdag á vári kann tindurin á Malinsfjalli gerast báur, og niðan fyri hamrarnar liggja grønir og reyðir litir lið um lið Tað sæst á tí fjálga gula litinum, at várið er komið í deldina. Kanska er alt hetta gula, sum hevur tikið ræðið á teimum grønu flatunum, mýrisóljur…" (s.67).


Serstaka fatan listamansins

Um hugt verður eftir afturvendandi myndevnunum hjá Vegghamar er als ikki løgið, at høvundurin skrivar um Malinsfjall og vøkru náttúruna á Viðareiði, men sjálv havi eg í grundini ongantíð hugsað so naturalistiskt í sambandi við myndirnar hjá Arnoldi Vegghamar. Framsýningin hevur eins og teksturin hjá Warming fingið heitið "Á aðrar leiðir", men hon kundi eins væl itið "Egnar leiðir" ella "Hugans leiðir". Tað serstaka við myndunum hjá Vegghamar kemur hvørki av serligum landafrøðiligum ella ævisøguligum áðum, men er sálarliga grundað í serstaka sinni og fatan listamansins. Í hesum sambandi var tað stuttligt at hoyra samrøðuna, sum Tórður Mikkelsen gjørdi við listamannin í omanfyrinevndu sending. So serstakur sum Vegghamar er, kundi hann ikki droymt um at gjørt sum vit vanligu, ósemjuræddu og bara geva tí spyrjandi rætt í tí, hann spyr um. Tá hugagóði og fegni sjónvarpsmaðurin spyr um ikki hetta landslagið á Viðareiði er til stóran íblástur hjá listamanninum, sigur Vegghamar heilt einfalt: "Noy", at tað heldur hann ikki, tí nú hevur hann verið har á Viðareiði so leingi.



Betri uttan rammur

Ein listaframsýning hjá einum so kompromileysum og dugnaligum listamanni sum Arnold Vegghamar skal kennast sum at fáa ein frammaná hjá áskoðaranum, men til tað tykist úrvalið á framsýningini ov tilvildarliga skipað og valt út. Tað ber væl til at gera eina retrospektiva framsýning og hava nýggjar myndir við eisini, men um góðskan ikki er heilt í topp á øllum myndunum, er tað brádliga sum um henda royndin at seta seg á tveir stólar í senn nervar áskoðaran. Myndirnar hjá Vegghamar rigga betri uttan rammur og í øllum førum er tað ørkymlandi fyri framsýningarupplivingina, at summar myndir eru rammaðar inn í gullrammur, meðan aðrar eru rammaðar inn í trærammur. Kanska eru eisini ríkiliga nógvar myndir við á framsýningini. Tær mongu smáu nýggju myndirnar við hvítmálaðum húsum eru als ikki vánaligar, men motivatiónin at taka tær við á framsýningini tykist meira kommersielt enn listarliga grundað og soleiðis skal ikki vera á Listasavni Føroya, ið sjálvandi skal hevja seg upp um vanligt gallarívirksemi

Sigrar í tí einfalda

Orsøkin til, at summi halda, at myndirnar hjá Arnoldi Vegghamar vóru betri fyrr í tíðini, hongur saman við hesi serligu fatan listamansins, ið er langt framman fyri vanliga fatan. Listamarknaðurin er soleiðis háttaður, at tað ofta tekur longri tíð hjá teimum, ið veruliga bróta burtur úr nýggjum, at vinna frama millum fólk. Tá so eitt tílíkt listafólk endiliga hevur vunnið sær vegin fram til almenna viðurkenning, hendir tað løgna, at krøv og vónir verða sett til hansara nýggju verk, at tey helst skulu líkjast verkunum, sum hann gjørdi fyri tjúgu árum síðani. Gomlu myndirnar hjá Vegghamar eru framúr góðar, gamaní og litavalið er serstakt, tó at tær myndevnisliga og í málihátti eru meira vanligar og kundu minnt eitt sindur um William, Mikines, Tommy osfr. Sum heild eru tær nýggjaru myndirnar nógv meira originalar, t.d. tær merkiligu ovursjónirnar av grøngula og ljósareyða fjallinum við loyndarfullum ljósabláum ella hvítum steinum. Hesar myndirnar eru løgnar, so ovurhonds einfaldar tær eru uttan serligar detaljur ella ta stóru rúmkonstruktiónina, men tað er júst í tí einfalda, at hesin listamaðurin sigrar totalt. Eg havi varhugan av, at Arnold Vegghamar júst í hesum árum er í ferð við at mála sínar bestu og týdningarmestu myndir og eg gleði meg at síggja tey framtíðar meistaraverk, ið verða skapað í hansara hugaheimi beint nú.

Thursday, September 23, 2010

Vápnaður við skemti



David Shrigley


Inntil 23. oktober kunnu tey hepnu, hvørs leið hetta tíðarskeiðið ber við New York, nýta høvið at síggja framsýningina við nýggjum verkum hjá David Shrigley í Anton Kern Gallery í stóra amerikanska súreplinum. Framsýningin byrjar uttan fyri framsýningarhølini við hvíta flagginum, har skrivað stendur: "PLEASE DON´T KILL US". Vit hóma longu skeiva smílið hjá Shrigley, sum fjalir yvir bæði speisemi og skemt, men eisini álvarsliga hugspeki. Poetiski Shrigley minnir um okkara Tórodd Poulsen við tað, at hann bæði í myndum og orðum koppar tingunum á, so at tey fáa eina óvæntaða vend, sum bæði kann vera rættiliga stuttlig og ógvuliga ørkymlandi sum i genialu myndini, har vit heilt einfalt síggja tekst við blokkbókstavum inni í einum sirkli, sum eyðsýniliga skal ímynda eina glaskrukku. Teksturin ljóðar: "Eg eri eitt insekt, eg eri fangað í eini krukku. Eg eri hugtikin av mínum nýggja umhvørvi . Tað er eins og ein annar heimur her. Mær dámar tað sera væl.". Umframt tekningar fevnir framsýningin um teknifilmar og standmyndir, t.d. eina røð av bronsustoyptum gummistyvlum.

David Shrigley (f.1968) er enskur, men býr í Skotlandi, har hann hevur tikið útbúgving á Glasgow School of Art, har hann gekk frá 1988 til 1991. Skúlin hevur m.a. orsakað av Shrigley vunnið frama og eigur t.d. æruna av, at hava skúlað fleiri vinnarar av háttvirdu ensku listaheiðurslønini Turner Prize. Ein føroysk listakvinna gongur á sama skúla og hava vit skrivað um hana her  ://listinblog.blogspot.com/2010/07/trivist-og-mennist-i-glasgow-school-of.html

Tó at Shrigley í fleiri ár hevur verið navnframur innan heimslistina, hevur hann verið staddur í eini outsiderstøðu við sínum løgnu myndum og einum stíli, sum liggur onkrastaðni mitt í millum teknirøðir og primitivar strikutekningar, sum eru ófantaliga teknaðar við vilja. Shrigley samanber sjálvur sítt listarliga hugskot við idealið hjá filmpuristum, ið halda fast uppá "show not tell." "Tað snýr seg um, at áskoðarin skal uppliva søgur, skapa søgur sjálvur". Tess betri listafólkið dugir at fáa tað til at henda, jú betri verður søgan".



David Shrigley skapar samtíðarlist, sum fær áskoðarin at hugsa, flenna og at assosiera út frá einum originalum og nútíðarligum myndamáli av tí slagnum, sum okkum veruliga tørvar her á landi. Hmm man Shrigley nakrantíð hava verið í Føroyum?


At hann verður sýndir fram á sama gallaríi, sum umboðar kend listafólk sum Kai Althoff gevur varhugan av, at Shrigley nú er komin uppí heimselituna og tað er ómetaliga gleðiligt, at alsamt fleiri fáa eyguni upp fyri hesi skeivu og rørandi listini.

Saman við øðrum listafólkum sum t.d. David Hockney er David Shrigley í løtuni í ferð við at mótmæla skerjingunum, sum eru framdar innan bretskan listastuðul, sum er skerdur við einum fjórðingi og í hesum sambandi hevur hann gjørt ein teknifilm, sum er  hugvekjandi, eisini fyri okkum føroyingar. Til stuttleika viðfesti eg eisini eitt av framúrskarandi videoløgunum, sum hann hevur gjørt (-Good Song hjá Blur).



http://www.youtube.com/watch?v=tM92IwpzzJw

 http://www.youtube.com/watch?v=T6rYDaORe3k&feature=player_embedded