Tuesday, November 23, 2010

Myndaódnin 2010 í Steinprenti


Hetta er aðru ferð, at ein myndaódn herjar í Steinprenti við jólaframsýningini, sum í høvuðsheitum bjóðar uppá verk, ið eru framleidd í Steinprenti í ár. Umframt tær nýggju myndirnar eru eisini einstøk eldri verk við á framsýningini, m.a. poetiska prentið, sum Marius Olsen gjørdi til ta fyrstu Heystframsýningarplakatina. Eins og heitið gevur varhugan av, fevnir framsýningin um eina rúgvu av myndum, ið allar eru ógvuliga ymiskar. Danski listamaðurin, Jonas Hvid Søndergaard var á verkstaðnum í vár og fekk tríggjar myndir burturúr, ið hanga sum ein dynamisk røð í lýsandi grønum, reyðum og bláum, abstraktum kompositiónum. Fleiri onnur týdningarmikil donsk listafólk hava vitjað í Steinprenti í ár, m.a. Claus Carstensen, Peter Carlsen, Knud Odde og Toni Larsen og verða fleiri av hesum eisini umboðað á framsýningini. Tey bæði síðstnevndu vóru í Steinprenti eftir umbøn frá Statens Kunstfond sum liður í eini størri grafiskari verkætlan. Stílurin hjá Knud Odde er eyðkendur og hevur tú t.d. sæð plakatina, sum hann gjørdi til Tivoli, kennir tú aftur ta bylgjandi, dekorativu strikuna. Portrett hansara av Steffani Danielsen er rørandi og sterkt á sama hátt sum lýsingin av eini undurvakrari kvinnu í stórum hatti, sum hongur í tveimum avbrigdum í ávikavíst grønum og orange, sum ein portalur inn í Myndaódnina 2010

Zacharias Heinesen arbeiðir í løtuni á verkstaðnum og er ætlanin er sýna fram onkra spildurnýggja mynd hjá honum á Myndaódnini, sum harumframt inniheldur verk hjá Tóroddi Poulsen, Anker Mortensen, Bárði Jákupsson, Rannvá Kunoy og Fríðu Matras Brekku. Í sambandi við, at hann var heima og tók í móti bókmentaheiðursløn M.A.Jacobsens, var Tóroddur Poulsen ein svipp á verkstaðnum og verður frálíka og rúgvusmikla úrslitið av hesi vitjan at síggja á Myndaódnini. Meginparturin av tí, vit hava sæð av grafisku framleiðsluni hjá Tóroddi Poulsen er steinprent, men hann er eisini í størri mun farin at fáast við onnur sløg av grafikki, t.d. kopar- og linoleumsprent. Stórur munur er á steinprenti og linoleumsprenti, ið líkist negativum myndaavbrigdum, har sjálv tekningin sæst litleys, hvít á svartari ella littari grund. Henda tøknin hevur víst seg at vera serliga væl hóskandi til tað snerkjandi anarkistiska úttrykkið, sum hevur verið partur av tí serstakliga fjølbroytta, listarliga úttrykksøkinum hjá multilistamanninum og slóðbrótaranum, Tóroddi Poulsen.

Meðan Zacharias Heinesen (f.1936) telist millum okkara bestu og mest viðurkendu listafólk, eru eisini luttakarar á framsýningini við minni royndum. T.d. er Herdis Jacobsen (f.1987) umboðað við eini manga-kendari mynd, sum hon gjørdi saman við prentarunum Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku, tá hon var í starvsvenjing í Steinprenti í summar. Samanumtikið er talan um eina sera fjølbroytta framsýning við inniligum, stuttligum, løgnum, óhugnaligum, sofistikeraðum, speiskum og hugtakandi myndum, ið allar sum ein eru á hægsta góðskustigi. Framsýningin letur upp í Steinprenti á Skálatrøð 16, fríggjadagin 26. november klokkan 16-18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Framsýning er opin inntil 15. januar.