Friday, October 15, 2010

Vencilvika byrjar í morgin

Vencil níggjundi er ávegis og tí hava vit Vencilviku her á listablogginum. Í eina heila viku fara ritstjórarnir á Vencli, Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð at ríka okkum við smakkroyndum frá komandi útgávuni og øðrum góðum.

Vencil er eitt tíðarrit, sum verður útgivið til tess at bøta um korini hjá skaldskapi á føroyskum. Tíðarritið inniheldur bundnan og óbundnan skaldskap á føroyskum og ritstjórarnir meta og vóna, at eitt slíkt tíðarrit kann styðja uppundir lesiførleikan og lesihugin hjá føroyingum at lesa skaldskap á móðurmálinum, samstundis sum tað eggjar rithøvundum og týðarum at skriva meir og betur. Teir hava sett sær hesi mál fyri tíðarritið:

• at verða miðil fyri skaldskap á føroyskum máli

• at skapa eitt umhvørvi í Føroyum fyri skaldskap

• at bjóða dygdargóðan skaldskap, sum fevnir um allar styttri skaldskapargreinir

• at bjóða altjóða skaldskap á føroyskum máli.

Vit gleða okkum at lesa hvat Vencil, Oddfríður og Arnbjørn fara at borðreiða fyri okkum komandi vikuna.
(IS)