Sunday, October 31, 2010

Púra ókritiskt…


Øll tykjast á einum máli um, at Kirsuberjagarðurin í framførslu Tjóðpallsins er framúrskarandi. Eg var til premieruna og fekk fleiri upplivingar av hasum slagnum, sum Eyðun Johannesen lýsti so væl í mentanarsendingini "In Mente" mikudagin, tá hann tosaði um hvat tað er, sum listin ger: "Og so knappliga stóð alt stilt, og tað var yvirhøvur tað, sum eyðkendi hesa sýningina, at knappliga stóð tíðin still og tað ger hon ongantíð í veruleikanum. Tað er har, ið listin… - altso tú fert inn í eitt rúm og sær fagrar litir og hoyrir flottan tónleik og knappliga steðgar tíðin upp…".

Eg var sjálv púra ókritisk í míni umrøðu av leikinum her á listablogginum og tí var tað serstakliga inspirerandi, tá eg í dag las meyl frá eini pennavinkonu, sum er væl meira atfinningarsom enn eg í mun til Kirsuberjagarðin og sum t.d. heldur, at onkur einstakur av leikarunum ikki spælir væl og at summir tosa so ótýðiliga, at teir áttu at farið á taliskeið. Mær dámar í grundini nógv betri at lesa ella hoyra tey atfinningarsomu ummælini, tí eg haldi, at tey fáa meg at hugsa, kanska serliga um eg eri ósamd sum eg hesaferð eri við pennavinkonuni (men vit hava jú eisini verið til tvær ymiskar sýningar). Nógv hevur verið kjakast um ummælarar tey seinastu árini, t.d. hava sjónleikarar verið ónøgdir við vantandi fakligheit hjá ummælarum og har eri eg ikki heilt samd. Eg haldi sjálv, at ummælini av sjónleikum í útvarpinum hjá t.d. Carl Jóhan Jensen og Høgna Djurhuus hava verið serstakliga góð og inspirerandi, kanska serliga tá tey hava borið á atfinningarsama bógvin. Mær dámar væl, tá fólk (bæði leik og lærd) investera eitt sindur av sær sjálvum og tora at hugsa sjálvi og at koma út við teirra meining og samanumtikið er tað gleðiligt, at mentanin hevur fingið sendingar sum Refleksjón, Hvørnina og In Mente, har listin verður viðgjørd kritiskt, í øllum førum viðhvørt. Kritikkur er neyðugur til tess at viðgera og eftirmeta okkara avrik, ið uttan kritikk og medvit hanga í leysari luft uttan mál ella mið.




Kritiskur sansur er altíð av tí góða, men hann er altørvandi í sambandi við sensur av eini listaframsýning, ikki minst um hon er í Listasavni Føroya eins og Ólavsøkuframsýningin. Úrvalið av seinastu Ólavsøkuframsýningini tóktist rættiliga ókritiskt, men júst Ólavsøkuframsýningin hevur ofta verið torfør at sensurera av tí, at so nógv tilfar er komið inn og lat meg bara viðganga, at tað í rokanum væl kundi hent seg, at eg valdi ein listamann sum Paul P. frá, tó at hesin er dugnaligur og originalur yrkislistamaður. Paul P. er úr Kanada, men býr í Paris og hann er vorðin kendur fyri síni romantisku og sansaligu portrett av ungum monnum, ið ofta eru parvíst ella heilt úrlatnir. Meðan hesi verkini høvdu sloppið ígjøgnum mítt nálareyga, ivist eg stórliga í hansara nýggjastu myndum. Hetta eru landslagsmyndir sum tann, ið er at síggja ovast í hesum bloggi og sum í løtuni verða sýndar fram í Daniel Reich Gallery í New York og sum við fyrsta (og næsta) eygnabrá minna um ósjálvstøðug kvøldskúlaverk, málað eftir eini bók við myndum hjá Whistler.

Eg veit ikki hvat tað er, sum hendir í løtuni, at listafólk, ið duga væl og hava royndir innan konseptuella list, brádliga fara at gera nakað heilt annað sum í fjør, tá Damien Hirst opinberaði sínar vánaligu málningar á stórari framsýning í Wallace savninum í London. Eg veit ikki um hetta er eitt slag av eini back to basics rørsla, ið sprettur úr heimskreppuni, men meðan Damien Hirst tók støði í barokkinum, tekur Paul P støði í impressionismu og hvørgin listamaður fær altso nakað gott burturúr teirra ferð aftur í listasøguna. Nú er neyvan nakar vandi fyri, at teir báðir Hirst og P fara at senda inn teirra bad painting myndir til Ólavsøkuframsýningina næsta ár, men tað hevði tó ikki verið so galið um meira verður at síggja til útlendsk listafólk her heima, tí okkum tørvar at síggja aðra list enn føroyska, at uppliva aðrar sjónarringar og víðka okkara egna.


Verturin í Refleksjón, Heini í Skorini dugir at hugsa sjálvur, men kundi eftir mínum tykki verið nógv meira kritiskt ágangandi í sínum viðtali við Óla Olsen, sum hevur skrivað bókina um føroyska SS hermannin, Sverra Djurhuus. Eg havi lisið tað í grein í Dimmu og hoyri nú eisini í sjónvarpinum, at hesin føroyski SS Rottenfürer var opin, erligur og sannførur, men altso eisini militerur yvirmaður, sum eftir fimm og eitt hálvt ár í SS ikki hevði nakra sum helst hóming av teimum seks milliónunum av dripnum jødum. Av tí at Sverri Djurhuus var yvirmaður, tykist hetta onkursvegna ikki heilt eftirfarandi og Heini í Skorini rør eisini framundir, at Sverri Djurhuus møguliga var verandi hugsjónarligur nazist og at hann í grundini ongantíð angraði. Málið er sjálvandi eymt orsakað av teimum avvarðandi, men tá Óli Olsen sigur, at hann hevur valt ikki at vera kritiskur í sínum portretti, so skal hann eisini spyrjast hví í allari víðu verð hann ikki var tað og hvør orsøkin tá er til at skriva søguna hjá einum SS Rottenfürer um ikki tað er fyri at konfrontera hann við hansara syndir?
(KP)