Thursday, September 23, 2010

Vápnaður við skemti



David Shrigley


Inntil 23. oktober kunnu tey hepnu, hvørs leið hetta tíðarskeiðið ber við New York, nýta høvið at síggja framsýningina við nýggjum verkum hjá David Shrigley í Anton Kern Gallery í stóra amerikanska súreplinum. Framsýningin byrjar uttan fyri framsýningarhølini við hvíta flagginum, har skrivað stendur: "PLEASE DON´T KILL US". Vit hóma longu skeiva smílið hjá Shrigley, sum fjalir yvir bæði speisemi og skemt, men eisini álvarsliga hugspeki. Poetiski Shrigley minnir um okkara Tórodd Poulsen við tað, at hann bæði í myndum og orðum koppar tingunum á, so at tey fáa eina óvæntaða vend, sum bæði kann vera rættiliga stuttlig og ógvuliga ørkymlandi sum i genialu myndini, har vit heilt einfalt síggja tekst við blokkbókstavum inni í einum sirkli, sum eyðsýniliga skal ímynda eina glaskrukku. Teksturin ljóðar: "Eg eri eitt insekt, eg eri fangað í eini krukku. Eg eri hugtikin av mínum nýggja umhvørvi . Tað er eins og ein annar heimur her. Mær dámar tað sera væl.". Umframt tekningar fevnir framsýningin um teknifilmar og standmyndir, t.d. eina røð av bronsustoyptum gummistyvlum.

David Shrigley (f.1968) er enskur, men býr í Skotlandi, har hann hevur tikið útbúgving á Glasgow School of Art, har hann gekk frá 1988 til 1991. Skúlin hevur m.a. orsakað av Shrigley vunnið frama og eigur t.d. æruna av, at hava skúlað fleiri vinnarar av háttvirdu ensku listaheiðurslønini Turner Prize. Ein føroysk listakvinna gongur á sama skúla og hava vit skrivað um hana her  ://listinblog.blogspot.com/2010/07/trivist-og-mennist-i-glasgow-school-of.html

Tó at Shrigley í fleiri ár hevur verið navnframur innan heimslistina, hevur hann verið staddur í eini outsiderstøðu við sínum løgnu myndum og einum stíli, sum liggur onkrastaðni mitt í millum teknirøðir og primitivar strikutekningar, sum eru ófantaliga teknaðar við vilja. Shrigley samanber sjálvur sítt listarliga hugskot við idealið hjá filmpuristum, ið halda fast uppá "show not tell." "Tað snýr seg um, at áskoðarin skal uppliva søgur, skapa søgur sjálvur". Tess betri listafólkið dugir at fáa tað til at henda, jú betri verður søgan".



David Shrigley skapar samtíðarlist, sum fær áskoðarin at hugsa, flenna og at assosiera út frá einum originalum og nútíðarligum myndamáli av tí slagnum, sum okkum veruliga tørvar her á landi. Hmm man Shrigley nakrantíð hava verið í Føroyum?


At hann verður sýndir fram á sama gallaríi, sum umboðar kend listafólk sum Kai Althoff gevur varhugan av, at Shrigley nú er komin uppí heimselituna og tað er ómetaliga gleðiligt, at alsamt fleiri fáa eyguni upp fyri hesi skeivu og rørandi listini.

Saman við øðrum listafólkum sum t.d. David Hockney er David Shrigley í løtuni í ferð við at mótmæla skerjingunum, sum eru framdar innan bretskan listastuðul, sum er skerdur við einum fjórðingi og í hesum sambandi hevur hann gjørt ein teknifilm, sum er  hugvekjandi, eisini fyri okkum føroyingar. Til stuttleika viðfesti eg eisini eitt av framúrskarandi videoløgunum, sum hann hevur gjørt (-Good Song hjá Blur).



http://www.youtube.com/watch?v=tM92IwpzzJw

 http://www.youtube.com/watch?v=T6rYDaORe3k&feature=player_embedded