Thursday, September 9, 2010

Tíðindaskriv: Tróndur Patursson í Galerie Focus


Fríggjadagin 10. september kl 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Tróndur Patursson upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn.

Tróndur Patursson er kendur fyri at hava prýtt nógvar bygningar, bæði í Føroyum og uttanlanda. Verkini á framsýningini í Galerie Focus verða innanfyri spontanu listina ið Tróndur er kendur fyri. Myndevnið er hav, klettar og bjørgini – tann stóra náttúran hann hevur møtt.

Framsýningin verður opin til 23. september, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.