Tuesday, September 14, 2010

FIMI-standmynd langa viðgerðartíð


Meðan vit bíða eftir eini standmynd

Her á listablogginum mæla vit ikki eitt kis um húkin í Klaksvík, ið nú er vorðin høvuðpína hjá landsverksfrøðingum (har hann kanska hoyrir heima) og hjá nøkrum paranoidum klaksvíkingum, sum eftir vox populi í Degi og Viku í gjárkvøldið at døma, meta húkamálið sum enn eitt komplott, orkestrerað úr Havn við tí fyri eyga, at skaða Klaksvík. Tann støðugt meira populistiski Sosialurin staðfestir í oddagrein, at avgerðin hjá landsverkfrøðinginum tykist inkonsekvent av tí, at vit í Havn hava handilslýsingar við ljóskurvar, enntá við boppum (men tað er mest um jóltíðir). Og sjálvandi tykist tað løgið, at t.d. ljóslistaverkið hjá Tróndi Patursson í Norðoyatunlinum er í lagið, meðan ein húkur í eini rundkoyring er vandamikil. Hvussu er og ikki, so eiga tey nógv prýðilig pláss í Klaksvík, har húkurin kundi verið settur og har hann so í øllum førum ikki er til ampa fyri ferðslu og nullhugsjón, men sjálvandi ætla vit ikki blanda okkum uppí húkamálið. Tí vit hava hvørki skil fyri húkum ella ferðslu. Harafturímóti hava vit skil fyri list og skulu tí blanda okkum, tá tað snýr seg um listaverk sum komandi standmyndina í Gundadali.

Ikki kann sigast annað enn, at Tórshavnar Kommuna tekur sær ov mikið av tíð til at avgera hvør vinnarin skal vera av kappingini um eina standmynd, ið skal standa uttanfyri nýggju fimleikahøllina FIMI. Freistin at senda inn uppskot varð longd til 9.august og tað má eftirhondini sigast at vera eitt sindur síðani. Og meðan vit øll bíða so alspent eftir, at avgerðin hjá listabólkinum verður almannakunngjørd, hava vit  hug at tríva í aftur ein eldri greinastubba um hesa umráðandi standmyndina:

Í hesum døgum bíða nøkur listafólk so alspent eftir svarbrævi frá listabólkinum hjá Tórshavnar kommunu. Freistin at senda inn uppskot til uttandura listaverk til nýggju filmleikahøllina FIMI varð longd til 9.august og hesin stóri dagur er longu veruleiki í morgin. Tórshavnar býráð hevur sum kunnugt samtykt at seta hálvtannað prosent av byggikostnaðinum til list, tá nýggir bygninar verða bygdir í kommununi. Henda frálíka samtykt merkir hesa ferð, at heilar 600.000 krónur eru settar av til eitt uttandura listaverk framman fyri fimleikahøllina í Gundadali, so tað eru ikki bert listafólk, sum er spent, men eisini vit øll, sum hava áhuga fyri listini. Spenningurin verður ikki minni spennandi av, at listabólkurin hevur skilað sær rætt til at vísa fram alment innkomnu uppskotini í fjúrtan dagar. Á henda hátt kunnu øll áhugaði sleppa at síggja og kjakast um uppskotini og avgerð listabólksins, sum hervið sýnir modernaðan opinleika og gjøgnumskygnið, sum krevst av einum almennum stovni í dag. Nú vantar bert, at listabólkurin eisini ásannar, at teimum vantar listfakleika og at ein listakønur persónur verður settur aftrat í listabólkin.

Tað er umráðandi, at standmyndin í Gundadali verður dygdargóð, tí hon verður stødd í almenna býarrúminum har vit øll ferðast dagliga. Sostatt hava standmyndir eyðvitað stóran týdning. Tað, sum eg minnist allarbest frá mínum fyrsta uttanlandstúri, sum var í Keypmannahavn í 1978, vóru umframt vøkru gomlu bygningarnir, tær mongu standmyndirnar, ið prýddu býin. Eg minnist, at mín elskaði heimbýur frá tí løtu, brádliga tóktist mær nakin, tómur og onkursvegna søguleysur. Havnin hevur síðani tá sum kunnugt fingið fleiri standmyndir, nógvar góðar, men summar vánaligar eru eisini.

Vit hava sjálvandi øll ymiskan smakk, eisini tá tað kemur til list, men eg haldi at nøkur ting eru umráðandi hjá listabólkinum at hugsa um, nú tey fara at velja vinnarauppskotið og tað fyrsta havi eg longu nevnt. Spurningurin er hesum viðvíkjandi um ikki listabólkurin í grundini hevur skyldu til at umsita okkara skattapening á skilabesta hátt og tí eigur at fáa ein listarliga serkønan við í listabólkin. Harumframt eigur listabólkurin hava í huga økið, har standmyndin skal vera og hvørjar aðrar standmyndir standa har frammanundan. Listabólkurin eigur umframt at hugsa um góðsku, eisini at tryggja skulpturella fjølbroytnið í høvuðstaðnum. Enn vita vit ikki hvør hevur sent uppskot inn, men eg vóni fyri fjølbroytni, at onkur útlendsk listafólk og kanska onkur av teimum yngru eisini eru við í hópinum. Listabólkurin má eisini hava í huga, at standmyndin er eitt verk frá 2010 og altso ikki skal síggja út sum hundraðoghálvtrýss ára gamlar standmyndir. Eg veit, at nógvum dámar tað gamalsliga, romantiska standmyndaúttrykkið, sum "sær út sum ein ordilig standmynd" og sum vit hava sæð aðrastaðni úti í heimi, t.d. Le Penseur hjá Rodin. Men hesar grønu bronsustandmyndirnar eru gamlar og tað er sera umráðandi, at nýggja standmynd verður eitt samtíðarlistaverk, eitt verk úr okkara egnu tíð, sum megnar at flyta áskoðaran og kanska fær áskoðaran at hugsa ein nýggjan tanka, sum ongantíð er hugsaður áður eins og summar av standmyndunum og installatiónunum, ið vit vísa her.