Sunday, August 29, 2010

Skaldskaparinnar reyði fuglur verður burturfluttur til himmals



Tóroddur í Føroyahúsinum

Heitini er skaldslig og tað eru myndirnar eisini. Hetta er kanska eisini eyðsæð, tá tað eru myndir hjá Tóroddi Poulsen, sum tað snýr seg um. Í dag letur framsýning upp í Føroyahúsinum við verkum hjá fjøllistamanninum, sum fyri kortum gav út frálíku fløguna "Útsýni". Tóroddur Poulsen sýnir m.a. fram myndina við fantastiska heitinum Skaldskaparinnar reyði fuglur verður burturfluttur til himmals, sum bæði er figurativ og abstrakt og sum bæði inniheldur skemt, vektloysi og ta totalt originalu snaringina, ið merkir alt, sum hesin listamaður fæst við. Tey, sum kenna myndaheimin hjá Tóroddi, kenna eisini teir ídnu, smáu súkklararnar, ið eru á veg upp til himmals við reyða fuglinum í búri.



Myndirnar á framsýningini eru allar steinprent, ið eru framleiddar í Steinprenti á Skálatrøð í Havn saman við prentarunum Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku. Her hevur Tóroddur arbeitt fleiri ferðir og tilsamans hevur hann gjørt fleiri hundrað prentmyndir, men framsýningini í Føroyahúsinum er avmarkað til eitt úrval av hesum mongu myndum. Myndlistarliga úttrykkið hjá Tóroddi Poulsen er fjølbroytt, men fram um alt eru hetta nýhugsandi, modernistiskar myndir, ið umboða eitt nýbrot í føroyskum myndlistarligum høpi. Listamaðurin sjálvur er sera tilvitaður um hesa støðu. Tað síggja vit m.a. í einari av hansara myndum, har súkklarin lítli brádliga er vorðin størri og sæst í rúkandi ferð at bróta sær veg gjøgnum spinnilvevið, ið liggur oman yvir teirri hugnaligu, fagurlittu føroysku landslagslistini. Á henda hátt torir Tóroddur at vera óskikkiliga ljótur, sublimt vakur, einfaldur banalur og rættiliga torskildur alt ísenn og so er hann demonstrativur modernist, sum er radikalt í móti allari vanahugsan: "Tað søgdu vit ongantíð. Og tí er tað í tøkum tíma, at vit siga tað. Tann, sum ikki sigur sum fyrr, kann siga tað nógv betur..." (s.115 í Sót og Søgn).





Í fleiri myndum endurgevur Tóroddur Poulsen yrkingar, t.d. í eini merkiliga rørandi portrettmynd av einum manni í troyggju, hvørs myndarúm er bygt upp av orðum og skrivaðum reglum. Við grønari, heldur ójavnari skrift stendur: "Eg trívist so væl har eg ikki grynni, blívi eitt sindur vátur, men hvat ger tað tá eg afturfyri fái uppí nógvar skipslastir av spraklandi yrkingum". Framsýningin letur upp í dag, 29.august klokkan 15.00 í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17 A í Keypmannahavn. Tað er Føroyska Listafelagið í Danmark, ið skipar fyri framsýningini, ið verður hangandi til 12.oktober.