Tuesday, August 10, 2010

Noyðslan

                                      

Síðst í hesum mánaðinum letur Elin Josefina Smith upp eina framsýning við málningum, tekningum og akvarellum í Merkur í Århus.

Elin Josefina Smith sigur sjálv, at hennara list er eins neyðug fyri hana sum tað at anda. Men listin er eyðsýniliga ikki bert neyðug sum sálarligur ventilur ella likamligur aktivitetur, hon er eisini neyðug sum amboðið, hon kann tulka og viðgera veruleikan við. Henda noyðslan er áhugaverd, tí hon næstan ikki er til í samtíðarlistini. Nógv samtíðarlist er grundað á hugskot ella konsept og viðger sjáldan kenslur og sálarstøður og kanska enn meira sjálvdan samfelagsviðurskifti, politikk, órættvísi osfr. Men listin hjá Elin Josefinu Smith viðger júst hesi evni, tí tað má fyri alt í verðini ikki gerast líkamikið. Við bæði villskapi og
kenslusemi heldur hon fast við, at listin skal hava týdning og gevur listini noyðsluna aftur á eksplosivan, sera persónligan, næstan privatan og húðleysan hátt.

Vit sýna her eitt úrval av myndlistini hjá Elin Josefinu Smith.