Tuesday, August 17, 2010

Facebooklist


Í 1900-talinum var talað um, at listin skuldi út til fólkið. Listin skuldi ikki vera avmarkað teimum ríku og vælútbúnu, men skuldi vera allastaðni og atkomilig fyri ein og hvønn. Í dag verður tosað um relationellan estetikk. Við relationella estetikkinum er listin til í øðrum skapum enn teimum vanligu. Listin flytir úr teimum avmarkaðu rúmunum, hon hevur verið í fyri at taka yvir nýggj opin og útvíðkað sosial rúm. Um vit samanbera hugsunarháttin frá 1900-talinum við hugsunarháttin í dag, er munurin helst ikki so stórur. Orðini eru vorðin fínari og ideologiska grundarlagið minni, men annars er talan um sama hugsunarhátt.

Men nýggir møguleikar eru hjá listafólkum, ið ynskja at finna nýggj rúm til teirra arbeiði og eitt av hesum møguleikum er facebook. Facebook er nýggjur pallur hjá listini og so mikið er til av facebooklist, at summi halda hetta gerast enn meir umráðandi enn graffitirørsluna. Í øllum førum eru fleiri fólk á facebook enn t.d. í undirgrundini í New York. Umframt at facebooklistin er atkomilig hjá ógvuliga nógvum, er fyrimunurin við hesum listaslagið, at listafólkið upplivir eina skjóta og beinleiðis kontakt við sínar áskoðarar, sum hevur við sær, at tað gerst møguligt at arbeiða við nýggjum avsendara – móttakaraviðurskiftum.

Og meðan vit spent bíða eftir um facebooklistin veruliga gerst enn størri enn graffitilistin, fara vit at viðmæla nøkur føroysk dømi innan hetta nýggja listaslagið.



Ungi myndlistamaðurin Bruno Mikael Eysturstein stendur fyri tí eina døminum, sum er ein nýggj síða við heitinum AbsinteBubblegum, har listamaðurin sýnir ljósmyndarøð av sínum myndum og myndlistarligu royndum. AbsinteBubblegum er at finna her:



Hitt dømi hevur rithøvundurin Carl Jóhan Jensen skapað undir heitinum Hitt føroyska skjaldraveldi. Her verður við orðum og myndum skapað ein list, ið fyriheldur sær til nýggja miðilin á ein rættiliga kompleksan hátt. Hitt føroyska skjaldraveldi er at finna her:


Í morgin endurgeva vit ein tekst, sum Hitt føroyska skjaldraveldi, hevur skrivað á Faacebook, so tey, sum ikki eru har, eisini kunnu njóta orðini.

(IS)