Saturday, July 31, 2010

Ummæli av ”Goym moralin til seinni”

Í morgin verður seinasta framførslan av leikinum "Goym moralin til seinni" hjá leikbólkinum Grugg. Listin hevur hugleitt um leikin í tveimum greinum, sum kunnu lesast her á listablogginum. Her er ummælið, sum Bergur Rasmussen skrivaði av leikinum.


Hava svong fólk nakran moral?

Indarar hava eitt orðafelli: Ert tú svangur, so hevur tú eitt problem; ert tú mettur hevur tú 1000 problemir!
– Og hondina á hjartað, nær hevur tú seinast merkt svongd? Veruliga svongd?

Í sjónleikinum ”Goym moralin til seinni”, sum leikbólkurin Grugg framførir í hesum døgum, verður eitt líknandi citat borið fram: Matur kemur áðrenn moralin! Tey orðini eigur høvundurin Berthold Brecht, og eftir at hava sæð frálíku sýningina á Gamla Meiarínum hevur tú hug at halda, maðurin hevur rætt. – Tað er tá ið vit eru mett, at vit fáa verið moralsk. Tað er tá ið grundleggjandi tørvir okkara eru nøktaðir, at vit hava yvirskot til sovorðið fínt sum rangt og rætt. Og júst tí goyma vit moralin til seinni … Vit vilja hava nakrar upplivingar fyrst! Vit vilja hava nakrar søgur, sum vit kunnu frøast um, sum kunnu inspirera, sum kunnu forarga.
Vit jagstra mettuna … ella sum Jim Morrison á sinni sang: We chased our pleasures here/We dug our treasures there …

Og tað er just Jim Morrison, ið saman við the Doors hevur heiðurin fyri, at so mong okkara undir 50 yvirhøvur kennast við navnið Berthold Brecht, takkað verið teirra framførslu av “Alabama Song”: Show me the way to the next whiskey bar … vís mær vegin til næstu uppliving, til næstu stimbran, til næstu gøluna.

Men nú vit eru við gølur, hví er gølan størri at strippað verður úr føroyska búnanum, enn at føroysk genta strippar á vertshúsi í Havn? Man tað vera, tí at pilkað verður við fatan okkara, hvar markið gongur? Vit hava jú øll góðtikið, at tað er loyvt at strippa á føroyskari barr, og tá er bert spurningur um tíð, áðrenn sprundið verður føroyskt. Men eftir harða kjakinum á www.kjak.org at døma, skulu boppurnar bara vága sær at finna út millum mallur úr silvuri fyrst!

Hinvegin loyvi eg mær persónliga at seta spurning við, um tað er rætt at lýsa hetta strippið sum verandi partur av føroyska javnstøðustríðnum, tí onkursvegna haldi eg, man hevur misskilt okkurt, tá man sigur so.
Meini so við, hví østu fólk seg upp, tá ið Gríma gamla fortaldi okkum tað, vit í roynd og veru øll vita, at kvinnur hava eina ginu millum lørini? Var tað ikki júst tí, at her blivu spurningar settir við ta bronglaðu sexualitetsfatan mong ganga runt við? Ella sum sagt verður í aktuella leikinum hjá Grugg:

Ein roynir seg við morali, ein við Bíblini
Ein prædikar um ólevnað og hor
Ein annar blúgvur avhaldsmaður er
Og vísur í at hann kann halda orð
Teir klára tað ein heilan dag at gangin
Um kvøldi krúpa teir í kvinnufangin

”Goym moralin til seinni” er føði av hinum slagnum – tí andaliga – sum fær okkum at føla okkum menniskjanslig eina løtu. Føði av tí slagnum, sum setir spurning við komformitetin, sum vit krógva okkum aftanfyri í gerandisdegnum.

Hava vit problemir, sópa vit tey inn undir tjúkka teppið av sjálvsnøktan. Tað eru hini – ikki vit – ið hava problemir, og vit elska at síggja og hoyra um problemini hjá hinum. Ja, vit beinleiðis dyrka tað! Valla slepst undan hesum, tá ið vit sjálvi liva eina problemfría tilveru, ella hvussu?

Men hví skal tað vera so kompliserað? sum vinmaðurin plagdi siga. Tað er jú hart og strævið at hava kvalifiseraðar meiningar um alt millum himmal og jørð, samstundis sum tú hevur avgjaldsterminir hangandi yvir tær, og rútakonvoluttarnir koma í jøvnum streymi á dyrnar millum øll tey fantastisku tilboðini, ið skulu gera tilveruna lættari, betri og effektivari.

Var ikki alt nógv lættari fyrr, tá ið hvítt var hvítt og svart var svart, sum vestmenningurin kvað? Nær hevur tú til dømis seinast havt mentalt yvirskot til veruliga at sett teg niður og notið eitt listarverk? Nær hevur tú seinast havt tíð at sett av í stressaða gerandisdegnum? Væntar tú veruliga framvegis at fáa tíð at lesa ”Ó”? Nei, ha?
Man tað ikki vera manglandi tíðin, sum ger, at vit ómettilig skræða søgurnar um problemini hjá hinum í okkum – hóast hesar sálarliga tómu kaloriurnar eru skótt gloymdar, tá ið zappað verður víðari gjøgnum tilverunnar stóra sjálvtøkuborð av hugmyndum, ímyndum, brotmyndum … Meini so við, hvør verður næsta stjørnan fyri eitt kvøld? Hvør er næsti landsmaðurin, sum hevur x-factor? Hvør verður næstur uppi á hetjupodium eftir lokið bragd? Hvør er hin næsti, ið, sum ólukkudýrini í vársins tjóðpallarsýning, ”Danny Crowe Show”, fremur fyrigyklað faðirmorð fyri sínar 15 minuttir í felagstilvitskuni?

Fyrr tá ið lívið av sonnum var eitt baks, og veruleikin var ein jammurdalur, fortaldu vit søgur, ið bóru fram móti eydnuni … tað undarliga er í roynd og veru, at vit billa okkum inn, at tað gera vit framvegis, tá ið vit ferð eftir ferð setast at hyggja eftir okkara yndis reality-show … við denti løgdum á liðin ”show” … here we are now, entertain us, I feel stupid and contagious …Mundi tað vera tað, ið modernistarnir ímyndaðu sær, tá ið teir í farnu øld gjørdu upp við teatur-traditiónirnar og settu sær fyri at vísa veruliga veruleikan? Mundi tað fylla tankarnar hjá Berthold Brecht og hansara líkum, tá ið teir settu sær fyri í sínum dramatiseringum at gera sítt ítarsta at endurspegla veruleikan? Bar tað yvirhøvur til at síggja fyri sær eina tilveru, har alt – pløggini á kroppinum, tankarnir í høvdinum og sansbari veruleikin rundan um okkum – kann setast saman sum best ber til?

Neyvan!

Men er strippið hjá føroysku Victoriu (við c!) so list? Nei, tað er tað ikki, sjálvt um hennara starvsfelagar handan Atlantshavið ikki fíra fyri at nevna seg sjálvar artists … strippan í sær sjálvum og sex-ídnaðurin sum so, er ikki list, tí her snýr tað seg ikki um at flyta tilvitskuna hjá fólki, men heldur um at læsa okkum øll føst í stereotýpur og samstundis skora kassan!

Berthold Brecht er hinvegin list!
Brecht er list, tí hansara tekstir geva okkum nakað, vit kunnu brúka í okkara egna lívi. Sangirnir hjá honum eru list, tí tónleikaskøldini – Kurt Veil, Hans Eisler og Paul Dessau – hava evnað til løg, ið skapa stemning og mana fram kenslur hjá lurtarunum, ið teir kunnu taka við sær út í ørkymlandi veruleikan. Pallseting og prýði eru í hesi sýning skorin inn á bein, so nakni – sannleikin, er so sterkt orð – veruleikin – er helst betur – stendur eftir, og frálíku framførslurnar hjá tón- og sjónleikarum ríka listarligu løtuna.

Tó at leikstjórin Sonja Kehler, ið uttan himpr kann kallast Brecht-expertur, lítillátin vil vera við, at sjónleikarar og leikstjórar ”ikki eru skapandi, men einans endurskapandi”, so eigur hon tøkk fyri í samstarvi við leikararnar í Grugg at hava lagt henda kraftmikla bita mitt á mentanarliga sjálvtøkuborðið, har uppskrýdd og pyntað einkisheit av tómum kalorium so mangan verður vald fram um góðsku – stuttligt kortini, at framleiðarar av lættisoppa tilfari so mangan skjóta seg inn undir frasuna, at teir bert ”geva fólki tað, tey vilja hava”, tí halda vit okkum til metaforin hjá Brecht um mat og moral og føra hann yvir á tey sjálvtøkuborð, vit av og á møta í veruliga lívinum, so kunnu vit spyrja, hví tað altíð er turra grindalykkjan og salta spikið, ið blívur uppi fyrst?

Er tað góðskan, ið ger tað? Ella er tað ókeypis atkomiligheitin til vælsmakkandi bitar mitt í allari yvirflóðini? Er tað góðskumeðvit, ella bert grammheit? Man tað vera so einfalt, sum sagt verður í lagi, ið fór í umfar í útvarpinum her fyri: Rúm er fyri tær/um tú rætta ljósið sær … ? Ella mugu vit røkka tindinum fyrst, áðrenn nakar leggur merki til okkara? Tí sum sagt verður í kanska kendasta sanginum hjá Brecht – Mackie Messer – sum kanska er betri kendur við enska heitinum ”Mack the Knife”:

Tey í ljósinum, tey sært tú … hini veitst tú einki um!

Strofan rungar fyri oyrunum, tá eg hetta kvøldið fari út í føroysku summarnáttina. Eg havi verið til enn eina frálíka sýning á Gamla Meiarínum.
– Eg havi fingið mettuna.
– Manga takk!

Bergur Rasmussen